Teir seinastu sjey mánaðirnar eru ikki færri enn 20 skúlaungdómar myrdir í amerikanska stórbýnum Chicago, og 18 teirra vórðu teir skotnir. Tey nógvu drápini hava gjørt, at løgreglan heldur støðugt eftirlit við allar skúlar í býnum, og at myndatól eru sett upp nógvastaðni við skúlarnar. Í fjør vórðu 24 skúlanæmingar myrdir í Chicago, og allir vórðu skotnir. Hagtøl hjá amerikonsku myndugleikunum vísa, at 81 prosent av teimum ungu, sum doyggja av ágangi, verða skotin, og talið er veksandi. Hinvegin doyggja færri av vanligum harðskapi nú enn fyrr.