Ungfólk fylkjast á netcafé

AFTURUM: Internetcaféir skjóta seg upp alla staðni, men trøini vaksa ikki inn í himmalin, siga tey, sum reka hesi støð

Fyrst ein í Havn, síðani ein í Fuglafirði, so ein í Klaksvík, nú tvær í Runavík, og um stutta tíð ein á Strondum eisini.

Tær sokallaðu internetcaféirnar hava eftir stuttari tíð funnið sær eitt pláss í landslagnum á fleiri av teimum stóru plássunum í landinum.

Samstundis sum talið av internetbrúkarum í Føroyum rættiliga hevur eksploderað, eru lunnar eisini lagdir undir hesar kaffistovur, har teldur, telduspøl og internet eru ostabitin, sum skal lokka teldumýsnar á café.

Orbits í Havn var fyrsta netcaféin í landinum, men nú er hon hvørki einsamøll í Føroyum ella í Runavík. Í løtuni hava fýra netcaféir opið dagliga, og í vikuni letur Orbits sína café á Sjómansheiminum í Runavík upp, og tá eru tvær slíkar á eystari armi á Skálafjørðinum. Harafturat verður arbeitt við at lata eina netcafé upp á Strondum, so um stutta tíð verða trý slík støð á Skálafjørðinum.

Tá fimta netcaféin er latin upp, fara í miðal 200 fólk at vitja hesar caféir hvønn dag. Um vikuna gevur tað eitt samlað tal av vitjandi, sum er væl omanfyri 1000.

Hetta tal hevur skotið seg upp frá næstan ongum eftir fáum mánaðum, og sum gongdin er í løtuni er líkt til, at aðrastaðni í landinum fara fólk eisini at hava møguleikan at fara á netcafé innan stutta tíð.


Felagsskapurin lokkar

Tað eru serliga ungfólk, sum gera brúk av netcaféum. Aldursbólkurin úr 12 ár og upp í 20?ini sæst oftast á hesum støðum.

Nógv av fólkunum, sum leita sær á netcafé, hava eisini teldu og internetsamband heima, men nógv teirra velja at fara netcafé og gjalda tann prísin, tað kostar at brúka tær teldurnar.

- Felagskapurin hevur nógv at siga. Fólk koma her, tí tey hava hug at verða saman við øðrum fólkum, sum hava somu áhugamál. Tey sita og chatta í sama rúmi ella spæla telduspøl móti hvørjum øðrum, sigur Áki Johansen.

- Í grundini kundu nógv av teimum líka so væl sitið heima frammanfyri telduni, men tá verða tey ofta skýrd at vera huldislig, og tí royna tey eisini at koma millum fólk, samstundis sum tey brúka telduna og internetið.

- Ungfólk hava brúk fyri onkrum staðið at vera. Áður var tað kanska ein grillbar ella okkurt ungdómshús, sum savnaði nógv ungfólk, men nú brúka nógv ungfólk netcaféirnar til sama endamál.


Telduútgerðin týdning

Allan Joensen, sum rekur Orion í Klaksvík, heldur at nýggjastu spølini krevja so nógv av teldunum, at tað er trupult hjá teldubrúkarum at fylgja.

- Vanligi brúkarin hevur ongan kjans at fáa fulla nyttu burtur úr teimum nýggjastu spølunum á síni heimateldu, tí tey krevja so nógv av teldunum. Tí brúka nógv ungfólk teldurnar hjá okkum til at spæla hesi spøl, sigur hann.

- Tað umráðandi at hava nýggjasta útbúnaðin til teldurnar, so tær klára at spæla nýggju spølini. Vit hava longu skift grafikkortini hjá okkum út einaferð.

Allan Joensen heldur eisini, at umhvørvið á eini netcafé hevur týdning, tá fólk velja at rýma frá heimateldunum og út á café.

- Um kvøldarnar eru allar teldurnar upptiknar, og harafturat eru tað fólk, sum hyggja inn á gólvið, og tí er ofta rættiliga gott lív í, sigur hann.


Chatta og spæla

Netcaféirnar kring landið verða brúktar til at spæla telduspøl og at chatta.

- Tað er eitt sindur skiftandi, hvat fólk brúka teldurnar til. Tá nýggj spøl koma, eru tað nógv sum spæla, men annars eru tað eisini nógv sum sita og chatta, sigur Áki Johansen, stjóri á Orbits í Havn.

Í Klaksvík verður netcaféin í stóran mun brúkt til at spæla telduspøl.

- Nógv tey flestu spæla telduspøl sum Delta Force 2 og Quake, men tað eru onkur sum chatta - serliga genturnar. At fólk kunnu spæla spølini saman og móti hvørjum øðrum ger, at tey ikki so lætt gerast troytt av teimum, sum um tey bara skuldu spælt ímóti telduni, sigur Allan Joensen.

Kring landið verður tosað um at halda kappingar í teimum best umtóktu telduspølunum, og føroyingar skulu ikki verða kløkkir, um teir framyvir verða bjóðaðir til føroyameistaraskap í Delta Force ella Quake.

At tað eru ungfólk sum brúka netcaféirnar ger, tær eru í kapping við onnur tiltøk fyri ung. Í Havn hava stór konserttiltøk, fótbóltsdystir, ítróttur annars og líknandi tiltøk fyri ung ávirkan á, hvussu nógv fólk kemur á café.

- Vit merkja væl, at vit kappast um somu fólkini, og er onkur stór konsert á skránni í Havn, so er slakt við fólki á okkara café, sigur Áki Johansen, sum er stjóri á Orbits í Havn.


Tað ber til

Hesa vikuna sær fimta netcaféin dagsins ljós, og um stutta tíð verða tað seks ella fleiri støð kring landið.

Men tey, sum reka hesar netcaféir halda ikki, at tað eru endaleysir møguleikar við netcaféunum.

- Higartil hevur tað borið til at reka okkara netcafé, men eg trúgvi ikki, at tað er pláss fyri tveimum netcaféum nakrastaðni, heldur ikki í Havn. Høvdu vit skuldu býtt okkara inntøkur við onnur, so hevði tað ikki borið til, sigur Áki Johansen, stjóri á Orbits.

- Tí høvdu vit neyvan farið til Runavíkar, um vit frammanundan høvdu vitað, at onnur eisini fóru í gongd. Men tá vit funnu út av tí, tá høvdu vit gjørt leigusáttmála, og nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, sigur hann.

Í Klaksvík hevur rættiliga nógv fólk vitjað Orion, síðani latið var upp í desember. Allar teldurnar eru upptiknar størsta partin av degnum, men sambært Allani Joensen fer Orion ikki at spinna gull.

- Tað gongur so skjótt fyri seg í telduheiminum, at nýggjar íløgur í útgerð eru altíð væntandi, um vit skulu fylgja við. Men sum gongdin hevur verið fyrstu tíðina, eigur tað at lata seg gera at reka eina slíka netcafé í Klaksvík, sigur hann.