Tá ungfólk doyggja kring heimin, eru orsøkirnar sum oftast ferðsluvanlukkur, sjálvmorð, harðskapur, tuberklar og aids. Tað vísir ein nýggj kanning. Kanningin, sum er stuðlað av WHO, verður almannakunngjørd í blaðum The Lancet í dag. Granskararnir handan kanningina hava hugt nærri at orsøkunum til, at 2,6 milliónir av ungum millum 10-24 ár doyggja árliga.
Tíggjundi hvør doyr í ferðsluni, meðan harðskapur og sjálvmorð eru orsøkirnar til 6% av andlátunum millum ung.
Eitt sindur fleiri enn 5% doyðu av aids og dupult so mong av tuberklum og øðrum sjúkum í andaleiðunum.
Eisini trupulleikar undir barnsburði og fosturtøkur, sum eru skeivt framdar, elva til, at sera nógvar ungar kvinnur doyggja.
Tølini vísa eisini heilt greitt, hvar í heiminum flest ung doyggja. Tveir triðingar komu frá útsynningsasia ella sunnanfyri Sahara í Afrika.
Bara 3 % av teimum, sum doyggja ung, koma frá ídnaðarlondunum.