Nú fær ungdómurin í Kollafirði eisini sítt egna hús at vera í.
Mentamálanevndin hjá býráðnum hevur samtykt at stovna ungdómsklubba í Kollafirði, og hann letur upp longu nú í februar.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini sigur, at ungdómsklubburin í Kollafirði verður opin tveir dagar um vikuna, hósdag og leygardag.
Í nýggja ungdómsklubbanum í Kollafirði er endmálið at skipa fyri spennandi verkætlanum í samstarvi við onnur, sum hava serligar førleikar og hugskot, sigur forkvinnan.
Tað verður leiðslan á frítíðarskúlanum í Kollafirði, sum eisini fær leiðsluna og ábyrgdina av virkseminum í ungdómsklubbanum í Kollafirði og hann verður eisini í hølunum, har frítíðarskúlin er.
Enn hevur ungdómstilboðið í Kollafirði ikki fingið nakað navn, men Helena Dam á Neystabø heldur, at tað hevði verið stuttligt at tey ungu sjálvi skipaðu fyri eini navnakapping.