Ungdómstilboð verður verandi í Pakkhúsi 4

- Tilboð til ung í PH4 á havnarlagnum á Tvøroyri verður kortini ikki flutt, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.

 

Tvøroyrar býráð hevur gjørt av framhaldandi at skipa øll tilboð fyri í ung í verandi Pakkhús 4, eisini nevnt PH4 á havnarlagnum á Tvøroyri. 

 

- Sostatt er ætlanin um at flyta rúsfría tilboðið í avgreiðsluhølini á Sjógøtu 2, har Posta hevur havt sítt virksemið, slept. 

 

Talan er um tilboðið fyri størri børn, sum er í Pakkhús 4 um vikuskifti.

 

- Býráðið hevur ístaðin samtykt, at alt virksemi fyri ung verður verandi og savnað í Pakkús 4 á havnarlagnum, og hetta er eisini galdandi fyri rúsfría vikuskiftistilboðið fyri størri børn. 

 

Lagt verður aftrat, at ungdómshúsið á Tvøroyri hevur hildið til á havnalagnum í Pakkhús 4, sum er eitt av fyrrverandi gomlu pakkhúsunum hjá T. F. Thomsen.

 

- Her hevur í nógv ár verið skipað fyri tilboðum fyri børnum og ungum mitt í viku, eftir skúlatíð, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.

 


 

Les eisini: tvk.fo/divleita.asp=

 

Tvøroyrar kommuna