Ungdómslandsliðið í svimjing úttikið

Svimjing: Seks føroyskir svimjarar skulu við til NM fyri ungdómar

Nýggi landsliðsvenjarin í svimjing, David Kravl, hevur úttikið ungdómslandsliðið, sum í frá 12. til 14. desember skal verða við í NM fyri ungdómar.

Seks svimjarar eru úttiknir, og teir eru: Bogi Lenvig, HS, Rói á Kósini, Ægir, Bethe Andersen, TS, Rannvá Jacobsen, HS, Katrin Sørensen, HS, og Maiken Petersen, HS.

Bogi Lenvig skal verða við í 200 metrar rygg, Rói á Kósini í 100 og 200 metrar rygg, Bethe Andersen í 50 og 100 metrar frí, Rannvá Jacobsen í 200, 400 og 800 metrar frí, Katrin Sørensen í 100 og 200 metrar rygg og í 100 metrar frí, og Maiken Poulsen, sum er nýggj á landsliðnum, verður við í 100 og 200 metrar bringu.