Ungdómar kappast í Reykjavík

Treysti, Bragdið og Hvirlan eru øll í Reykjavík um vikuskifti og kappast í Stórmót IR.

Treysti, Bragdið og Hvirlan eru øll í Reykjavík um vikuskifti og kappast í Stórmót IR, skrivar heimasíðan fif.fo.

 

Treysti hevur longu verið í Reykjavík í eina viku, á venjingarlegu, meðan Bragdið og Hvirlan komu leygarmorgunin. Eftir ætlan skuldu tey koma fyrr, men illveðrið í Føroyum darvaði flogferðsluni. Tíverri gjørdust nøkur teirra tí ov sein til onkrar kappingar. Tey eldru í Hvirluni hava venjingarlegu í Íslandi í komandi viku.

 

Heimasíðan hjá Fræslur Ítróttur Føroyar, fif.fo, skrivar, at okkurt heiðursmerkið kom til høldar í gjár. 11 ára gamla Maria Josephsen úr Treysti vann bronsu í kúluvarpi.