Ungdómstingið 2024 verður í næstu viku

Løgtingsforkvinnan beyð í juni 2023 næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera í Ungdómstinginum, sum verður 5. og 6. februar 2024.

Hesar dagarnar seta næmingarnir sjálvir dagsskránna í Løgtinginum, og hetta er ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum teir halda vera týdningarmikil.

 

Endamálið við Ungdómstinginum er:

 

  • at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
  • at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
  • at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
  • at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá

 

Løgtinginum fevnir um

 

Hetta er níggjunda ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum.

 

Tá freistin var úti, høvdu 8 skúlar sent 20 uppskot inn. Avgjørt er, at 10 uppskot koma til viðgerðar í Ungdómstinginum. Uppskotini, ið m.a. fevna um samferðslu, frítíðartilboð, skúlaviðurskifti, aldursmark fyri sølu av tubbaksvørum og revsing fyri neyðtøku v.m., eru fjølbroytt og áhugaverd.

 

Luttakandi flokkarnir umboða Eysturskúlan, Runavíkar kommunuskúla, Tofta skúla, samstarvið millum Runavíkar og Tofta skúla, Skúlan á Fløtum, Skúlan við Streymin, Sandoyar Meginskúla og Fuglafjarðar skúla. Flokkarnir fara hesar báðar dagarnar at manna Ungdómstingið við 32 umboðum. Áhugavert verður at hoyra tey ymisku sjónarmiðini, ið ungdómstinglimirnir fara at leggja fram undir tingviðgerðini.

 

Skráin fyri Ungdómstingið er løgd og verður send fjølmiðlunum saman við hesi fráboðan. Uppskotini verða eisini at lesa á heimasíðuni hjá Ungdómstinginum, har eisini annað tilfar um Ungdómstingið 2024 verður at finna.

 

Eins og til vanligar tingfundir kunnu fjølmiðlarnir vera í tingsalinum, meðan ungdómstingfundirnir eru.

 

Umsitingin

 

30. januar 2024

 

Seinnapartin týsdagin 6. februar kl. 13.30 eru munnligir fyrispurningar á skránni, har ungdómstinglimir fáa høvi at seta løgmanni og landsstýrisfólki spurningar.

 

Týsdagin 6. februar kl. 15.00 er móttøka á skránni, har fjølmiðlarnir hava høvi at hitta ungdómstinglimirnar.

 

Um tit hava onkur serlig ynski í hesum sambandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á telefon 363900 ella senda ein teldupost til duritap@logting.fo.

 

Vinaliga

 

Bjørt Samuelsen løgtingsforkvinna