Ungdómurin vann á Íslandi

Borðtennis: Føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis kom hósdagin aftur til Føroya eftir at hava luttikið í millumtjóðakapping í Estlandi. Størsti sigurin var, at U15-landsliðið vann á íslendska U15-landsliðnum

Kappingin, sum er fyriskipað av norðurevropeisku borðtennissamgonguni, har Borðtennissamband Føroya eisini er limur, fyrigekk í estlendska býnum Haapsalu, sum er nakað sunnanfyri høvuðsstaðin Tallinn. Kappingin er sera sterk og hýsir fleiri av sterkastu ungdómunum í Evropa, sum við hesi kappingini fyrireikaðu seg til EM fyri ungdóm, sum verður seinni í summar.

Vunnu á Íslandi
Níggju føroyskir leikarar vóru við í kappingini. Teir vóru Eyðun F. Ellendersen, Dávur Hansen, Knútur Jóannesarson, Sveinur M. Nolsøe, Magnus Holm Jacobsen, Hanus Sørensen, Anna Mikkjalsdóttir, Lív Øster og Durita F. Jensen.
Hetta var fyrstu ferð, at føroyska ungdómslandsliðið luttók í annars árligu kappingini. Um hugt verður at støðinum, so er ringt at máta seg við ungdómslandsliðini hjá eitt nú Danmark, Noregi, Finnlandi og Litava, sum teljast ímillum tey stinnastu í Evropa, men føroyski hópurin hevði í hyggju at koppa Íslandi, sum somuleiðis var við á fyrsta sinni.
Kappingin byrjaði sum ein liðkapping, har tveir og tveir leikarar royndu seg í ein- og tvímansleiki ímóti givna mótstøðuliðnum. Einki av føroysku liðunum hevði nakran møguleika ímóti stinnu londunum, men ímóti Íslandi bragdaði hjá U15-dreingjunum, sum vunnu 3-1 ímóti Íslandi. Teir, ið mannaðu hetta liðið hjá føroyingunum, vóru Knútur Jóannesarson og Sveinur M. Nolsøe.

Hin yngsti kom víðari
Eftir liðkappingina var farið at spæla einmansleik, og her fingu føroysku leikararnir ein sannan elddóp. Øll taptu sínar dystir 0-3, men tó var tað ein føroyingur, ið vildi tað øðrvísi. Tað var nevniliga hin yngsti av teimum øllum, 11 ára gamli Hanus Sørensen úr Borðtennisfelagnum Tór í Havn, sum vann á einum trý ár eldri íslendingi í U15-kappingini. Í næsta umfari tapti hann 0-3 fyri tí avgjørt sterkasta leikaranum í kappingini – ein úr Estlandi, sum seinni eisini vann kappingina lættliga.
Tey, sum taptu í fyrsta umfari, vóru tó ikki liðug at spæla alt fyri eitt. Tey skuldu nevniliga í gongd við at spæla sokallaðar plaseringsdystir í bólkinum fyri tapandi leikarar, og aftur her vóru føroysku leikararnir yvirlegnir mótvegis teimum íslendsku og vunnu ein dystin fyri og annan eftir.
Føroyska ferðalagið, sum var fimm dagar í Estlandi, fegnaðist mest um at teir nú á fyrsta sinni høvdu luttikið í hesi kappingini, somuleiðis sum sigrarnir á Íslandi vigaðu nógv og gevur góðar vónir fyri framtíðina.