<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ungdómurin í Føroyum í nógv størsta vanda
Í øllum Norðurlondum eru tey ungu millum 15 og 24 ár størsti vandabólkurin. Men ongastaðni er skilið so ringt, sum í Føroyum og tað sæst greitt á talvuni niðanfyri. Talvan sýnir eisini, at gongdin í teimum stóru Norðurlondunum er sera lík og at Ísland skilur seg eitt sindur frá.
Spyrt tú millum fólk, hvat tey halda orsøkina vera, fært tú fleiri ymisk svar. T.d. at ungfólk í Føroyum nýta bilin sum eitt stað at vera saman í, at føroyskir ungdómar eru úti alla náttina, at føroysk foreldur eru ov eftirgevandi o.s.fr. Onnur føra fram, at upplýsingin um ferðslu og koyrifrálæran eru ikki nóg góð.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Granskingarætlan
Hvussu er og ikki, so er eingin verulig kanning gjørd um hesi viðurskifti og tað einasta vit hava okkum at halda til eru leysligar metingar. Men í vár var ein granskingarætlan sett í verk at kanna júst ferðslumentanina hjá ungdómi í Føroyum. Vónandi kann henda kanning, sum skal vera liðug komandi kasta meiri ljós á hesi viðurskifti.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tilmæli hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd
Í samband við ferðslu og ungdóm mælir RFF:
· at ungfólk millum 18 og 25 ár skulu fáa serligt royndarkoyrikort í 2 ár við serligum treytum Hetta skal vera partur av einari stigaskipan,
· at skipað verður fyri, at náttarbussar koyra millum bygdir, so til ber hjá ungdómi at koma trygt aftur og fram í sambandi náttartiltøk
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Føroyar kundu havt bestu ferðslutrygdina
Hyggja vit eftir talvuni niðanfyri yvir deyð í ferðsluni í Norðurlondum síggja vit, hóast føroysku tølini svinga nógv, at tað gongur rætta vegin hjá Føroyum. Men, um vit bara lógu á sama støði, sum hini Norðurlondini viðvíkjandi ungdómsvanlukkum (sum tey annars als ikki eru nøgd við), so hevði Føroyar verið á odda viðvíkjandi ferðslutrygdini í Norðurlondum. Tí tað er nevniliga so, at í hinum aldursbólkunum, bæði yngri og eldri, eru føroysku tølini lægri enn í hinum Norðurlondunum.
Rákið í Norðurlondum er, at talið á deyðum í ferðsluni lækkar, og tað eru Svøríki og Noreg, sum vísa vegin. Men Danmark hevur eisini stóra framgongd og er nú á triðja plássi. Veruleikin er tann, at talið á deyðum í hesum londum er so lágt, sum tað var, tá ið bilisman byrjaði fyri 60-70 árum síðani og bara fáir bilar vóru á vegunum.
Í talvuni sæst, at tølini fyri Føroyar svinga nógv. Hetta kemst av, at fólkatalið her er so lítið og hvør einstøk vanlukka ger so stóran mun. Í eini roynd at fáa eina støðugari mynd av gongdini í Føroyum, er strikumynd (tann grøna) gjørd, har miðaltalið av fimm árum verður nýtt. Av hesi sæst, at tað hóast alt gongur rætta vegin í Føroyum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ferðsluvanlukkur við fólkaskaða
Talvan niðanfyri sýnir, at talið á skaddum í Norðurlondum er rættiliga støðugt hesi níggju árini. Tølini fyri Danmark vísa tó eina týðiliga niðurgongd. Sum heild kunnu vit siga, at Føroyar liggja heilt væl fyri her. Ein ávís óvissa er í hesum tølum, tí at skrásetingin av skaddum er ikki heilt eins í Norðurlondum. Hetta sæst serliga aftur á íslendsku tølunum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Lutfalsliga fleiri deyð í bili í Føroyum og Íslandi
Í mun til hini Norðurlondini doyggja lutfalsliga fleiri í bili í Føroyum og Íslandi. Ein møgulig frágreiðing er, at í hinum londunum er tað vanligari, at fólk ganga og súkkla ella nýta bussar ella annan kollektivan flutning.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ferðsluvanlukkur orsakaðar av rúsdrekka
Í tíðarskeiðinum 1991 til 1995 vóru 16% av ferðsluvanlukkunum við fólkaskaða í Føroyum orsakaðar av rúsdrekka, 13% í tíðarskeiðinum 1996-2000 og 14% í tíðarskeiðinum 2001-2005. Við hesum kann staðfestast, at positiva gongdin er steðgað upp. Í talvuni niðanfyri eru bara tøl frá Finnlandi og Danmark og Føroyum. Burtursæð frá útsvingunum, er støðan í Føroyum er í miðal lík støðuni í hinum báðum londunum. Skeiva gongdin síðan aldaskiftið kemur týðuliga til sjóndar.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Samanbering av ferðslutrygdararbeiðinum. Umframt at samanbera hagtøl, verður á norðurlendsku fundunum eisini hugt eftir, hvørji átøk, ið tey ymisku londini hava verið í holt við, og hvørji ætlanin er at fara undir. Eisini skuldu londini vísa á, hvat tiltak tey mettu var teirra besta í farna ári. Sum heild kann sigast, at fremst á breddanum er at halda ferðini niðri á bilunum, at fáa fólk at nýta bilbelti og at fólk ikki koyra rúsaði. Hetta verður gjørt við ymiskum upplýsandi átøkum, umframt at arbeiða við ymiskum eftiransingarháttum og nýggjum lógarsmíði.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Føroyskur stoltleiki: Nullhugsjónin í føroysku ferðslulógina.
Á fundinum kundu føroysku umboðini, eftir at hava arbeitt við málinum í átta ár, boða frá, at Løgtingið hin 7. apríl í 2006 samtykti at seta Nullhugsjónina í endamálsorðingina fyri ferðslulógina. Vit kundu við stoltleika lesa §1, Stk. 2.í føroysku ferðslulógini, sum sigur : Endamálið við ferðslulógini er, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini. Hini norðurlondini vóru imponerað og heiðraðu okkum við lógvabresti.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Men eisini føroysk skomm
Nullhugsjónin samtykt, og hvat so? Hvussu skal hon verða framd í verki? Kendu vit stoltleika frammanundan, so endaði hann, tá ið komið varð inn á, hvussu tey ymisku londini fyriskipa ferðslutrygdararbeiðið, hvørjir málsetningar verða gjørdir o.s.fr. Tí higartil hava vit í Føroyum ikki megnað at tikið okkum saman at gera eina ferðslutrygdarætlan fyri landið við tíðarásettum málsetningum og avtalum um, hvussu allir partar í felag skulu fáa ferðsluna tryggari, hvat hvør skal gera og nær. Úrslitið er, at hvør arbeiðir í sínum lagi. Tá ið hetta evnið verður viðgjørt, sleppa vit ikki undan undrandi eygnabráunum frá okkara norðurlendsku frændum, sum eru kendir um heim fyri strategiskt og vælskipað arbeiði. Og vit kenna skommina. Serliga tí, at tað átti at verið so lætt at samskipa slíkt arbeiði í einum so lítlum arbeiði, sum Føroyar.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvør eigur so skommina?
Tað er ein góður spurningur. Men eitt er vist, at landsstýrismaðurin í ferðslumálum kann í eini handavending gera nakað við málið. Hann kann kalla løgregluna, Landsverk, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Akstovuna, Koyrilærarafelagið, umboð fyri kommunur og møguligum øðrum viðkomandi pørtum til fundar, og biðja partarnar syrgja fyri at gera eina ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar sum skjótast. Eina ætlan, sum inniheldur langtíðarmálsetningar, men ikki minst málsetningar, sum skulu røkkast um trý ár, um tvey ár, um eitt ár - og sjálvandi, hvat skal gerast nú beinanvegin. Gerast skal eisini av, hvør skal gera hvat og hvat hvør skal leggja mesta dentin á.
Ikki tí, landsstýrismaðurin hevur fleiri ferðir boðað frá, at vit eiga at leggja dent á størsta vandamálið í ferðsluni, nevniliga ung í ferðsluni. Og tað verður arbeitt við ferðslumálum, t.d. er ein nýggj kunngerð um koyrikort sett í gildi og tað verður ítøkiliga arbeitt við at gera eina stigaskipan. Men, hetta er alt ov óskipað og sporadiskt, her vantar ein heildarætlan og at tað alla tíðina er gongd í.
Heilt erligt, tá ið vit eru komin so væl áleiðis, at Løgtingið hevur staðfest Nullhugsjónina í sjálvari ferðslulógini, kann tað ikki vera so ringt at taka stigið fult út.
Jón Kragesteen, Ferðslutrygd.