Tá ið landsliðið fyrr í ár var á venjingarlegu í Thailandi, vóru tað ábendingar um, at eitt nú Kaj Leo í Bartaltsstovu, Andreas Lava Olsen, Gilli Sørensen og Erling Jacobsen vóru á veg í landsliðshitan.
Teir hava ivaleyst vónað at fáa boð, tá ið Lars Olsen í gjárkvøldið boðaði frá, hvørjar hann vil hava við niður til Eysturríki, har tað verður HM undankappingardystur fríggjakvøldið 22. mars. Um teir hava roknað við tí, so eru teir vónbrotnir, tí teir vóru ikki millum teir nítjan á listanum, sum landsliðsvenjarin á tíðindafundinum í gjárkvøldið.
Miðalaldurin er framvegis lutfalsliga lágur, men hann verður drigin upp av veteranunum, sum nú eru við aftur. Millum teir, sum hava fingið landsliðsboð, eru Hjalgrím Elttør og Fróði Benjaminsen, sum góvu avboð, tá ið liðið skuldi takast út undan venjingarleguni í Thailandi, og so hevur venjarin hesa ferð sent boð eftir Hans Paula Samuelsen úr EB/Streymi:
– Eg havi alla tíðina havt eitt gott eyga til Hans Paula. Hann spældi væl í EB/Streymi í fjør, og í gjár var hann stinnur, tá ið EB/Streymur í fyrsta umfari vann 4-0 á 07 Vestur, segði Lars Olsen í samrøðu við Rás2, tá ið hann hevði kunngjørt, hvørjar hann ætlar at hava við sær til Eysturríki, har fyrsti HM undankappingardysturin í ár verður fríggjakvøldið 22. mars.
28 ára gamli Hans Pauli Samuelsen er skrásettur at hava umboðað Føroyar tríggjar ferðir. Tað eru meiri enn fimm ár síðani, at hann síðst var á landsliðnum. Tað var í oktober 2007, tá ið Føroyar høvdu vitjan av Fraklandi.
Gunnar Nielsen, sum ikki enn hevur funnið nýtt felag, er ein av málverjunum. Hinir eru Kristian Joensen og Teitur M. Gestsson:
– Eg haldi, at Gunnar og Kristian eru bestu málverjarnir í Føroyum. Vit hava valt at hava ein ungan málverja við. Í Thailandi var tað Hans Jørgensen, og hesa ferð er tað Teitur M. Gestsson, sigur landsliðsvenjarin, sum harvið hevur tikið til eftirtektar, at HB venjarin Oddbjørn Joensen við úttøkuni til dagsins dyst ímóti B36 vísti, at hann heldur, at Teitur M. Gestsson í løtuni er fremri enn Hans Jørgensen.
Jákup Mikkelsen, sum í ÍF málinum leygardagin vísti, at hann framvegis stendur seg væl, hevur boðað landsliðsvenjaranum frá, at hann ikki er tøkur at spæla á landsliðnum.
Merkisvert er tað, at Súni Olsen ikki hevur fingið landsliðsboð hesa ferð. Súni skoraði eitt framúr mál fyri B36 við frísparki úr 20 metrum, tá ið HB og B36 spældu 1-1 í grannauppgerð í Gundadali í gjár, og hann hevði eisini aðrar vandamiklar frísparksroyndir og góðar fríspælingar av liðfeløgum. Men venjarin heldur ikki, at Súni er orduliga komin fyri seg, eftir at hann hevur drigist við skaðar.
Teir, sum eru úttiknir, eru Gunnar Nielsen, Kristian Joensen, NSÍ, og Teitur M. Gestsson, HB, málverjar.
Jónas Tór Næs, Valur Íslandi, Atli Gregersen, Víkingur, Odmar Færø, Forfar Ath. Skotland, Rógvi Baldvinsson, Bryne BK Noreg, Viljormur Davidsen, Jerv Noreg, og Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ, verjuspælarar.
Pætur Dam Jacobsen, EB/Streymur, Fróði Benjaminsen, HB, Hallur Hansson, AaB Danmark, Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF Danmark, Daniel Udsen, Herlev IF Danmark, Hjalgrím Elttør, KÍ, og Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur, miðvallarar.
Arnbjørn Hansen, EB/Streymur, Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger og Símun Samuelsen, HB, álopsspælarar.
Tíggju spælarar umboða feløg í bestu føroysku deildini, átta eru á lønarlistum í útlendskum feløgum, og so er tað Gunnar Nielsen, sum sambært FSF yvirlitinum framvegis einki felag hevur funnið at umboða.










