Hvat er so at bjóðað teimum? Samkomurnar eru ótrúliga raskar at takað sær av teimum ungu, og tað frívilliga arbeiði í fer fram, er gull vert. Musikkskúli er, men har er langur bíðilisti, hølisviðurskiftini og arbeiðsumstøðurnar eru ikki nøktandi.
Tey tilboð ið eru, eru ikki nóg sjónlig, nógv ung vita ikki hvat ein kann ganga til.
Verið eg vald inn í býráðið vil eg arbeiða fyri at pengarnar og góðviljin verður fordeildur betur millum tey ungu, ikki so at skilja at ítrótturin skal verða fyri missmuni, als ikki.
Meiningarnar kunnu verða ymiskar um, hvørji øki tørvur er á at betra um, tí vil eg eisini arbeiða fyri at vit fáa sett eitt ungdómsráð, eins og vit hava eitt eldraráð, ið kann verða talirør hjá ungdóminum í kommununi.