Ungdómur hittist til gudstænastu

Kórsangur, drama og felagssangur verða á skránni í annaðkvøld í Vesturkirkjuni.

Havn: Hóskvøldið kl. 20 verður skipað fyri ungdómsgudstænastu í Vesturkirkjuni.
Tað verður TenSingkórið hjá KFUM&K í Havn "Sound of Glory", sum kemur at syngja, eins og ung úr Meinigheitshúsinum í Havn koma at standa fyri felagssangi, sum ungum dáma.
Við gudstænastuna fara báðir prestarnir við kirkjuna at virka við, Bergur D. Joensen og Heri Joensen.
Ungdómsgudstænastan vendir sær á ein serligan hátt til konfirmantarnar, sum nú ganga at lesa í Suðurstreymi, og øll tey, sum seinastu árini eru konfirmerað. Men øll eru kortini vælkomin.