Ungdómsting
Mánamorgunin tóku 32 næmingar sæti á tingi, har Føroya fyrsta ungdómsting varð sett.
Fyrst á skránni til ungdómstingið var, at ungdómstinglimirnir møttu í Løgtinginum, har tey fingu eina frágreiðing um tingið. Síðani setti Edmund Joensen fundin og næmingarnir løgdu uppskot síni fram. Uppskotini vórðu beind í nevndir, sum næmingarnir mannaðu seinnapartin. Í álitunum sum nevndirnar orða, skulu næmingarnir mæla til, at í minsta lagi eitt uppskot skal samtykkjast, og í minsta lagi 1 uppskot skal falla.
Sambært Edmund Joensen, løgtingsformanni, er endamálið við tiltakinum lutvíst at geva næmingunum størri innlit í tað at vera ein partur av fólkaræðinum, umframt at vísa næmingunum, hvussu fólkaræðið virkar í veruleikanum. Harumframt er endamálið at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá tinginum fevnir um.