Ungdómsnevnd at ráðgeva politikarunum

Øll vita, at tað oft er ringt at fáa samljóð og kanska enntá bert dialog ella samrøðu ímillum politikarar og ungdómin.

Hetta er eitt vanligt fyribrygdi, ikki bert í Klaksvík. Tey ungu eru alt ov sjálvdan alment frammi við sínum hugsanin og vera tey tí ofta nevnd tað tigandi ættarliðið.

Fyri at bøta um hetta, at politikarnir snøgt sagt ikki vita hvat ið tey ungu vilja, er okkara uppskot at seta eina ungdómsnevnd, ið til dømis kundi haft tvey umboð úr 10 flokki og 2 umboð úr miðnámsskúlunum, at samskifta við politikarnir.

Fyri at hetta skal bera til mugu vit eisini hava eina umsiting í býráðnum, ið kann hjálpa og leggja lag á, eins og hon má ráðgeva politikarnum. Vit hava onga mentunnar- ella trivnaðarumsiting á býráðnum í dag, og hetta meta vit er skeivt.

Vit hava júst fingið sosialu deild upp at standa, so nú má túrurin verða komin til mentanina. Ein framkomin býur við so livandi mentunnarlívið sum Klaksvíkin kann ikki ongan góðan eiga, tá ið tað kemur til mentan og trivnað.

Eg havi skriva tað fyrr og endurtakið fegin, at tað serliga er tey ungu ið ikki hava ítrott ella bara ítrott sum áhugamál, tann bólkurin er serliga við sviðusoð og hetta má bøtast um.


Eydgunn Samuelsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin.


www.get.to/eydgunn