23 barna- og ungdómsleiðarar, sum eru úr 10 ymiskum felagsskapum, hava í vetur luttikið í Ungdómsleiðaraútbúgving FURs, sum umfatar 4 vikuskiftisskeið við tilsamans 100 undirvísingartímum. Eisini hava tey lisið bøkur og tilfar um leiðslu, fyrireika og lagt fram heimauppgávur. Tilsamans hava tey brúkt í minsta lagi 150 virknar tímar.
Føroya Ungdómsráð, sum er samstarvsfelagsskapur fyri barna- og ungdómsfelagsskapir í Føroyum, hevur staðið fyri útbúgvingini. Fyrireikingini hevur Kári Olsen, aðalskrivari í FUR, staðið fyri, og undirvísarar vóru Poul Jákup Thomsen og Elin Lindenskov.
Endamálið við útbúgvingini var at geva ungdómsleiðarunum í felagsskapum FURs betri fatan og kunnleika um teir týdningarmestu teoretisku fortreytirnar fyri leiðslu, og geva teimum møguleikan fyri á ein virknan hátt, at venja ymisk leiðsluamboð.
Vikuskiftisskeiðini vóru á Hotel Eiði. Fyrsta skeiðið var í desember 2000 og endað var við at skeiðsfólkini fingu handað prógv á seinasta skeiðnum í apríl 2001.