Judosamband Føroya hevur nú sett ungdómslandsliðið, sum skal umboða Føroyar í altjóða judokapping í Danmark í næsta mánað.
Til landsliðið eru úttiknir: Jóhan Heini Poulsen, Jákup Andrias Thomsen, Christoffur Olsen og Tórður Strøm úr Havnar Judofelag, og Petur Sigurð Johannesen, Hjalmar Johannesen og Rólant Waag Dam úr Sunda Judofelag.
Landsliðsvenjari er Gunnar Hansen úr Havnar Judofelag.
Landsliðið skal luttaka í stórari altjóða judokapping í Aalborg á páskum. Hetta er ein kapping nevnd Limfjords Cup við luttøku úr øllum norðanlondum, Týsklandi, Hollandi, Belgia, Póllandi og aðrastaðni frá eisini.
Venjing
Í samband við fyrireikingar til hesa kappingina skipaði Judosambandið fyri serligum venjingarvikuskifti í Havn herfyri, har Búgvi Poulsen, sum er tann mest royndi føroyski judoíðkarin, var høvuðsvenjari.
Venjingin var frá fríggjakvøldi til sunnukvøld, og allir teir bestu unglingarnir luttóku í venjingini. Venjingin varð løgd til rættis soleiðis, at luttakararnir komu ígjøgnum bæði gólv og standandi venjing, eins og venjing við halditøkum og at koma leys úr halditøkum.
Luttakaranir lótu sera væl at venjingini og søgdu seg fáa hópin burtur úr.
Og tað skuldi eisini verið møguleikar fyri tí. Tí venjarin, Búgvi Poulsen, er ikki hvør sum helst innan føroyskt judo. Hann hevur fleiri ferðir verið Føroyameistari í judo, nakrar ferðir hevur hann verið nr. 3 í Norðurlandameistarakapping, eins og hann bæði hevur verið nr. 3, 2 og 1 í Danmarksmeistarakapping.
Eisini í heyst og vetur hevur gingið væl hjá Búgva. Seinasta heyst varhann útleigaður frá felag sínum, Hillerød, til felagið í Vejen, sum var í altjóða kapping í Magdeburg í Týsklandi, har liðið gjørdist nr. 3.
Seinni gjørdist Búgvi Sjællandsmeistari í vektbólkinum -81 kg., og í einari altjóða kapping, sum nevnist Hillerød Træf, gjørdist Búgvi eisini nr. 1 í -81 kg.
Av avbjóðingum fyri framman hjá Búgva kunnu nevnast DM og NM, sum vera ávikavist í apríl og mai mánað.









