Ungdómslandsdystur í badminton

Føroyski badminton spælarar til Íslands

Fríggjadagin fara ikki færri enn 72 ungir badmintonspælarar til Íslands, at taka lut í Reykjavík International Games, sum eisini verður nevnt RIG. Spælararnir, sum fara avstað, eru úr HBF, KBF, ÍF, MBF, VÍF og Nápi. Spælt verður í aldursbólkunum U11, U13, U15, U17 og U19.

 

Kappingin byrjar tíðliga leygarmorgunin og hildið verður fram til síðsti dystur er spældur seint sunnudagin. Nógvir dystir eru á skránni, tí ungu spælararnir skulu spæla í øllum trimum greinunum. Tað er í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.

 

Sum nakað nýtt í ár, so verður landsdystur eisini á skránni fríggjakvøldið. Unglingalandsliðini hjá báðum londunum fara at spæla eina liðkapping. Spælt verður í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.

 

Úr badmintonsambandinum verður sagt, at vónirnar eru góðar til kappingina, og at badminton í Føroyum er í stórari menning. Millum annað verður víst til HM kapping, tá ið Føroyar luttóku fyri lið í Bilbao í norðurspania í fjør.

 

Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin 6. februar.