Ungdómshestacup leygardagin

Leygardagin 5. apríl kl. 12.00 verður stuttleikakappingin Ungdómshestacup í Tølthøllini í Havnadali

Kappingin er deild upp í tveir aldursbólkar. Klokkan 12 verður byrjað við teimum yngru børnunum millum 8 og 13 ár, sum skulu kappast í gonguløgunum fet, tølt og trav. Tá vinnararnir innan hesi gonguløg eru funnir, verður farið víðari við teimum ungu 14-17 ár gomlu, sum kappast í gonguløgunum fet, tølt og trav í sjálvvaldari raðfylgju. Eftir hesum verður farið víðari til tøltkappingina. Hon er ikki deild upp í aldursbólkar, men øll kappast móti øllum. Hetta verður allarhelst ein sera spennandi kapping, tí luttakarnir eru sera nógvir og tey ungu sum ríða eru sera dugnalig. Eftir at kappingin er liðug uml. kl. 16 er ponyríðing inni í høllini. Um veðrið er gott, er eisini ponyríðing, meðan kappingin er.