Ungdómshúsið á Nørrebro ruddað

Klokkan seks í morgun tók løgreglan seg inn í tað umstrídda Ungdomshuset á Nørre´bro í Keypmannahavn. Sambært løgregluni vóru umleið 20 ungfólk inni í húsunum á Jagtvej, tá løgreglan kom hagar í morgun, men tað er ikki greitt, um tey settu seg upp ímóti løgregluni.

-Alt er friðarligt. Tey sita á gólvinum, segði ein talsmaður hjá løgregluni.

Eina løtu var nakað ófriðarligt eina aðrastaðni á Nørrebro, og har vórðu seks ungfólk tikin.

Átakið hjá løgregluni byrjaði um sekstíðina, tá akfør brutu girðingarnar, sum tey ungu høvdu gjørt framman fyri húsini. Síðani tók eitt væl mannað løgreglulið seg inn í húsini.