Í kvøld frá klokkan 22 til 02 verður ungdómshúsið í Frítíðarskúlanum í Hoyvík opið fyri ungum í aldrinum frá 13 - 18 ár.
Tað var mánakvøldið, at ungdómsvirksemið í Hoyvík lat upp. Levi Mørk, leiðari, bjóðaði vælkomin og takkaði kommunununi fyri, at hon hevði tikið stig til at bjóða ungdóminum í Hoyvík frítíðarskúlan eftir vanliga afturlatingartíð, tvær ferðir um vikuna. Síðani spældi bólkurin Oniontree nøkur løg. Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini helt røðu og handaði Levi blómur.
Jógvan Arge, segði, at sum eina roynd í tríggjar mánaðir verður opið tvey kvøld um vikuna - mánakvøld og leygarkvøld. Fyribrigdið er ikki ókent í kommununi.
Tað var eitt væleydnað kvøld, har yvir 100 ungdómar hugnaðu sær. Oniontree spældi fyrst nøkur løg til almennu móttøkuna, og síðani komu teir aftur á pallin klokan 20.00 til 21.00. Teir framførdu sera væl, og tey ungu tóku væl ímóti teimum, tey ungu spældu teldu, sóðu televarp, spældi borðtennis, fótbóltsspæl og vóru Youtube gjøgnum stórskíggja. Eisini var kiosk og har kundi tey keypa okkurt lekkurt. Tey yvir 100 ungu fóru sera væl við øllum og stemningurin var í top, vit høvdu mest ung í aldrinum 14 til 15 ár, hóast tað vóru yngri og eldri upp til 18 ár
Eisini komu nøkur ung við uppskoti um navn til ungdómshúsið, men tað avdúka vit ikki enn. Ætlanin er at útskrivað navnakapping millum øll ung og síðani verður støða tikin til um navnið til ungdómshúsið.
Opið verður aftur í kvøld frá kl 22 gtil 03, øll eru vælkomin í aldrinum 13-til 18 ár. Leggjast kann aftrat at vit hava fingið fleiri teldur og umstøðurnar gerast betri og betri og vit eftirmeta støðuna allatíðina. Eisini leggja vit stóra dent á fyribyrgjandi arbeiði, soleiðist at tey ungu sum td. roykja og smakka sær á sleppa ikki inn. Men tað ber til at roykja uttan fyri matrikulnummari, sigur Fríðarskúlin í tíðindaskrivi.