Tað verður tó ikki bert prædika, tí nógvur sangur er eisini á skránni.
TenSing-kórið hjá KFUM & K í Havn, Sound of Glory fer at syngja, eins og ung úr Meinigheitshúsinum í Havn koma at standa fyri felagssangi, sum ungum dáma.
Innihaldið í prædikuni verður um líðing og óndskap, og um Jesus, sum Gud sendi í heimin at hjálpa og verja okkum. Ein heldur øðrvísi altargangur verður eisini.
- Møguleiki verður eisini at tendra eitt ljós fyri einum sum farin er, ella einum, sum ein er góður við og ynskir at Gud skal vera hjá ella hjálpa, upplýsir sóknarpresturin, Bergur D. Joensen.
Í mai mánaði var ein líknandi ungdómsgudstænasta í Vesturkirkjuni. Og sum skilst so miðar presturin eftir at hava eina ungdómsgudstænastu hvørt hálvár.
Ungdómsgudstænastan vendir sær til øll ung. Konfirmantar, sum ganga at lesa nú, og sum hava gingið at lesa, eru vælkomnir eins og ung í øllum aldri.