Ungdómsdystur í Havn

Ein sonn ungdómsuppgerð verður spæld í Havn í dag, tá Fleyr tekur móti TB í bestu flogbóltsdeildini hjá kvinnum

Fyrsti dysturin um vikuskiftið byrjar longu í kvøld, tá botnproppurin Fleyr tekur móti næstaftasta liðnum TB. Hesi bæði lið teljast millum yngstu liðini í deildini, og manglandi royndirnar hava kanska gjørt sítt til at liðini liggja á hesum plássunum.


Í oddinum er spenningurin størri, eftir at stigini vórðu hálveraði, men tó tykjast SÍ og ÍF at vera eina tonn frammanfyri hini liðini. ÍF við sínum drúgvu royndum, og SÍ við sínum dirvi og áræði.

Aftanfyri tey bæði fremstu koma so Dráttur og KÍF, ið berjast um triðja plássið. Og har er heldur ikki til at taka dagar millum, hvørt teirra hevur størri møguleika. Bæði liðini spæla til tíðir avbera væl, men fella oftast uppá keðiligir og óneyðuga nógvir feilir. Tá gerst tungt at vinna dystir.


Fleiri dystir um vikuskiftið

Trý av liðunum í bestu kvinnuligu flogbóltsdeildini skulu spæla tveir dystir um vikuskiftið, og hesi eru TB, Dráttur og SÍ. Meðan tað hjá monnunum gongur heldur striltið við at halda ásettu spælidagarnar. Fleiri dystir eru útsettir hjá teimum, og tað sama er galdandi fyri dystin, ið skuldi vera um vikuskiftið millum SÍ og ÍF. Nær hesir útsettu dystir verða spældir, fæst at vita, við at fara inn á heimasíðuna hjá Flogbóltssambandi Føroya, www.fbf.fo.



Í boks:


Dystir um vikuskiftið:


HONDBÓLTUR:

Atlantic Airways-kappingin:


Dagur Klokkan Dystur

02.02 16:00 StÍF-H71

03.02 16:00 VÍF-KÍF

03.02 16:00 Kyndil-Neistin


Sunset-kappingin:


Dagur Klokkan Dystur

02.02 14:30 StÍF-Stjørnan

03.02 14:30 VÍF-VB


FLOGBÒLTUR:

Meistaradeild, Kvinnur:


Dagur Klokkan Dystur

01.02 18:00 Fleyr-TB

02.02 11:30 Dráttur-TB

02.02 14:00 SÍ-Mjølnir

03.02 14:00 SÍ-Dráttur