Ungdómsdiskotek í Eclipse

Haddaway, sum spælir í Rex fríggjakvøldið, hevur játtað eisini at hava eina konsert fyri ungdómin Tískil verður serligt ungdómsdiskotek í Eclipse fríggjakvøldið frá midnátt heilt til klokkan fýra um morgunin.

Aldursmarkið er 15 ár.

Ungdómurin hevur leingi saknað eitt dansistað. Í nógvum høllum er bannað at hava ungdómsdiskotek, tí tað larmar, og ov nógvur ruðuleikihevur verið.

Hetta ætlar byin.fo nú at gera okkurt við. Og tískil er upplagt at nýta fríggjakvøldið sum royndarkvøld við Haddaway, sum serliga er kendur fyri lagið ´What is love´. Harumframt fer ein dugnaligur danskur DJ at leggja lag á áðrenn og aftaná framførsluna hjá manninum, ið hevur selt meir enn 20 milliónir eintøk.

Um tiltakið riggar væl, ungdómurin skikkar sær pent og nógv møta upp, verður hetta ikki seinastu ferð, at ungdómstiltak verður í Eclipse.