Í nógv ár hevði ungdómurin í Havn ongastaðni at fara í vikuskiftunum. Av tí, at tey ikki sluppu inn á skonkistøðini og á caféirnar, gingu tey og reikaðu í gøtunum, til tey vóru somikið beinfryst, at einasta gongda leiðin var heim í song. Men nú verður hetta søga.
Ung starvsfólk
Nýggjasta tiltakið hjá kommununi er ein ungdómscafé í boheme-umhvørvinum í Tórsgøtu, har mentanin í býnum frammanundan blómar. Caféin verður opin hvørt fríggja- og leygarkvøld millum 19 og 01, og verða tað ung fólk millum 15 og 17 ár, sum koma at reka og mynda staðið. Higartil hevur kommunan sett sjey ung í starv, og verða tey somikið væl lønt, at tað ber til at krevja nakað av teimum.
Ungt hugskot
Hugskotið til kaféina birtist, tá ungdómsráðstevna var á Háskúlanum í heyst. Har var eitt nú ein bólkur, sum viðgjørdi ungdómspolitisk mál og var ein av niðurstøðunum hjá bólkinum soljóðandi: Vit ynskja okkum eina kula café, har babyrokkarar ikki sleppa inn. Har vit kunnu hanga út, skipa fyri temakvøldum, jamsessions og dansi í vikuskiftinum...!
Og kommunan gjørdi ikki mætari, enn at taka tey ungu á orðið, lýsa eftir ungum starvsfólkum, seta tey í starv og so annars at fáa tey í sving.
Ung ábyrgd
Bogi Andreassen, leiðari fyri Margarinfabrikkina kemur at stuðla teimum ungu í at fáa staðið upp at standa, og hann leggur stóran dent á, at hetta verður eitt tilboð til tey ungu úr 14 ár, og at tað vera tey ungu sjálvi, sum seta dagskránna á staðnum. Tey koma at skipa fyri tiltøkum, at hava vaktir og at hava ábyrgdina av samskiftinum við miðlarnar. Tó fara tey altíð at kunna keypa sær professionella ráðgeving, eitt nú frá Jákup Weihe og øðrum, greiðir Bogi Andreassen frá. Og hann sigur víðari, at tað verða trý ung til arbeiðis hvørt kvøld í vikuskftinum, umframt ein vaksin, sum altíð hevur evstu ábyrgdina.
- Higartil hava tey lagt til rættis og keypt inn til kaféina, og eg má viðganga, at eg kenni ikki helmingina av heitunum: Espresso, Café au Lait, Ice Chocolat, Cappuccino, peanuts, nachos og salsa& og so framvegis. Maskinur, innbúgv, koppar og annað. Tað ljóðar ordiliga lekkurt, sigur Bogi Andreassen, sum samstundis sigur, at hetta ikki er ein typisk pedagogisk verkætlan, men at endamálið við caféini er at geva teimum ungu í Havn betur umstøður at hanga út í men undir skipaðum umstøðum.
Spurdur um hetta ikki er kappingaravlagandi, svarar Bogi avgjørdur:
Nei, tí hesin málbólkurin er ikki vælkomin nakra aðrastaðni.
Ungdómscaféin í Tórsgøtu letur upp fríggjakvøldið.