Bergtóra Høgnadóttir Joensen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vil hava Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum at svara spurningum í sambandi við ungdómsarbeiðsloysi. Bergtóra Høgnadóttir Joensen vísir á, at tøl vísa, at ungdómsarbeiðsloysið í Føroyum er fleirfaldað seinasta árið.
Tí setir hon Rósu Samuelsen hesar spurningar:
? Hevur landsstýrið ítøkiligar ætlanir til tess at venda óhugnaligu gongdini í hagtølunum um ungdómsarbeiðsloysið?
? Nær kunnu vit vænta veruligar skipanir sum fyribyrgja og minka um vaksandi ungdómsarbeiðsloysið?
? Er ætlanin at seta gongd á aftur aktiveringsskipanina, sum var undir kreppuni?
? Er ætlanin at seta starvsfólk, sum burturav kunnu eggja og stuðla teim ungu í at koma út á arbeiðsmarknaðin?
? Eru nakrar ítøkiligar verkætlanir ávegis, sum veruliga fara at hjálpa teim ungu?
? Hevur landsstýriskvinnan nakra hóming av, hvussu stórt talið á teim ungu sum eru arbeiðsleys veruliga er?
? Ætlar tað almenna at ganga á odda í mun til tess at basa ungdómsarbeiðsloysinum?
Bergtóra Høgnadóttir Joensen vísir á, at herfyri varpaðu Unga Tjóðveldi og Tjóðveldi ljós á ungdómsarbeiðsloysið og í farnu viku varpaðu Samtak og Sosialurin ljós á hetta.
- Onnur lond gera kreppupakkar og serliga skipanir til tess at basa ungdómsarbeiðsloysinum. Eyðsæð eru tey ungu ein viðbrekin bólkur, um tey ikki fáa arbeiðsroyndir og ein sterkan arbeiðssamleika. Umráðandi er, at tey ungu hava nakað at fara upp til um morgnarnar beinanvegin, sum tey gerast arbeiðsleys ella gevast í skúlanum. Annars kunnu tey fáa ta fatan, at eingin hevur brúk fyri teimum, kunnu missa áræði og álitið á sær sjálvum og sínum førleikum, sigur hon.
Sosialu førleikarnir eru so umráðandi ? eisini á arbeiðsmarknaðinum. Júst hesir mennast so væl á arbeiðsmarknaðinum, og tí er so umráðandi at fáa fótin innum á arbeiðsmarknaðinum. Um fólk byrja í aktivering, kann tað vera hátturin at fáa fótin innum hjá ávísum arbeiðsgevara.
Eisini kunnu arbeiðsroyndirnar vera av týdningi fyri at sleppa inn til eina ávísa útbúgving ella ein háttur at finna út av, hvat fyri eitt arbeiðsøkið kundi verið hitt rættasta at fingið sær eina útbúgving. Royndir vísa eisini, at tað er ómetaliga nógv lættari at fáa eitt starv um ein er á arbeiðsmarknaðinum, enn um ein stendur uttan fyri arbeiðsmarknaðin.
Tøl vísa, at ungdómsarbeiðsloysið í Føroyum er fleirfaldað seinasta árið. Mangan tykjast politikarar halda, at teim arbeiðleysu tekur ALS sær av ? so er í fleiri førum, men ikki altíð. Veldugt, at ALS kom og tað var kærkomið. Men øll hava ikki rætt til at fáa pening úr ALS. Og eru hesi heldur ikki umfataði av nýggju ALS lógini, sum gevur hægri útgjald og betri skeiðmøguleikar enn áður.
Eisini eru fleiri ung ? eingin veit hvussu nógv - sum ikki eru skrásett sum arbeiðsleys nakrastaðni. Talan er í fleiri førum um tey, sum eru undir 18, sum foreldrini forsyrgja.
Vit vita, at arbeiðsloysið er væl hægri í øðrum londum, men hinvegin kunnu vit ikki lata standa til.
Av teimum sum eru areiðsleys eru gott 80% ófaklærd. Tískil hava tey við útbúgving øðiliga nógv lættari við at fáa eitt starv, enn tey ófaklærdu. Hóast hetta er rúm ert fyri øðrum hvørjum umsøkjara á Dugniskúlanum (ALV), sum er einasta skúlatilboð til ung og vaksin í Føroyum, sum hava skerdan førleika.