Síðani fíggjar- og skuldarkreppan fóru at gera um seg í Evropa, er arbeiðsloysið millum tey ungu í Evropasamveldinum vaksið næstan 50 prosent. Og tað kostar.
Granskingarstovnurin Eurofound hevur nú roknað seg fram til, at arbeiðsloysið millum tey ungu kostar samveldinum 750 milliardir krónur um árið í vælferðarútreiðslum og mistari framleiðslu. Eurofound sigur, at talið er ikki neyvt, men tí er grundað á hagtøl, men hinvegin gevur tað eina góða ábending um, hvat tað stóra arbeiðsloysið millum tey ungu kostar. Tað veruliga talið er størri, tí Eurofound hevur ikki tikið útreiðslur í sambandi við sjúku, misnýtslu og kriminalitet við.
Eurofound hevur eisini roknað út, hvat arbeiðsloysið millum tey ungu í Danmark kostar tí danska samfelagnum. Úrslitið er knappar sjey milliardir krónur um árið.