Hóast tað ikki varð nevnt so ofta, so var tað stuðulsdansur, tá fólk fóru í dans í Sjónleikarhúsinum næstseinasta vikuskifti.
Birgar Johannessen o.o í fótbóltsfelagnum skipaðu fyri, og innkomni peningurin fór til ungdómsarbeiðið í B36.
Tilsamans 80.000 krónur vóru eftir, tá allar útreiðslur i samband við tiltakið, varð drigið frá.
Flest øll, sum vóru við á palli vóru sjálvboðin, og tað vóru annars eisini øll tey, sum hjálptu til.
Tað vóru kortini nøkur, sum komu heim úr útlondum at spæla og syngja, og tey fingu ferðaútreiðslurnar goldnar.
Fleiri hundrað fólk leitaðu sær í Sjónleikarhúsið tey trý kvøldini, sum »Afturhvarv 98» var á skránni, umframt at eini 40 tónleikarar og sangarar spældu og sungu.
1252 atgongumerki vóru seld, og útreiðslurnar í samband við tiltakið vóru 55.000 krónur, umframt at lýsingainntøkurnar vóru umleið 30.000 krónur, upplýsir Birgar Johannessen, sum er farin undir næsta tiltakið, til frama fyri ungdómsarbeiðið í bóltfelagnum.
Tað er ein framsýningin »Havnin og Skipini», ein sýning av skipamodellum, ið eru at síggja hesa vikuna í SMS.