Tað lyftið gav forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, sum í gjár hevði vitjan av Nato Aðalskrivaranum, Jens Stoltenberg, skrivar Reuters.
Orbán váttaði harumframt, at Ungarn er ein av fullum huga og trúfastur limur í Nato.
Á fundinum var ungarski forsætisráðharrin vissaður um, at Ungarn ikki skal vera við í hernaðarligum átøkum í sambandi við Ukraina-kríggið.
Ungarn er tættasta samband hjá Russlandi í ES, og landið hevur bæði yvir fyri ES og Nato víst aftur at lata vápn til Ukraina.
/ritzau/











