Hóast Ungarn bæði er limur í ES og verjusamgonguni, Nato, hevur forsætisráðharri landsins, Viktor Orban, eftir øllum at døma eitt heitt hjarta fyri russiska forsetanum, Vladimir Putin

Ungarn fer at blokera ES-revsitiltøk mót Russlandi

- Vit fara ikki at samtykkja revsitiltøk, sum eru týdningarmikil fyri Kyiv, um ikki Drusjba-oljuleiðing til Ungarn og Slovakia verður latin uppaftur

Hóast Ungarn bæði er limur í ES og verjusamgonguni, Nato, hevur forsætisráðharri landsins, Viktor Orban, eftir øllum at døma eitt heitt hjarta fyri russiska forsetanum, Vladimir Putin

Uttanríkisráðharrin í Ungarn, Peter Szijjarto, sigur, at landið fer at seta seg upp ímóti nýggjum ES-revsititøkum móti Russlandi.

 

- Vit fara at blokera ætlaðu tiltøkini, sigur hann.

 

Peter Szijjarto vísir á, at Ungarn fer ikki at samtykka fleiri revsitiltøk, um ikki Ukraina letur uppaftur russisku Drusjba-oljurørleiðingina til Ungarn og Slovakia.

 

- Vit fara ikki at samtykkja revsitiltøk sum eru týdningarmikil fyri Kyiv, skrivar uttanríkisraðharrin í Ungarn á sosialum miðlum.

 

Ukraina sigur, at Drusjba-oljurørleiðingin er stongd orsakað av skaðum í einum russiskum álopi á Ukraina í endanum av januar.

 

##med2##

 

Uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, segði seg seint í hesi vikuni vóna, at næsti pakkin við revsitiltøkum móti Russlandi kundi samtykkjast í morgin, mánadagin.

 

Hesi tiltøk skulu eitt nú forða skipum í sonevnda russiska skuggaflotanum at koma í evropeiskar havnir.

 

Endamálið við hesum er at gera tað truplari hjá Russlandi at senda russiska olju út í heimin - í russiskum skipum, skrásett undir øðrum fløggum.

 

Fríggjadagin hótti forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orban, eisini við at leggja veto ímóti milliardaláni, sum ES hevur gjørt av at veita Ukraina - um ikki oljurørleiðingin verður latin uppaftur.

 

Hetta skrivar www.tv2.no í morgun.

 

 

 

 

 

Hóast Ungarn bæði er limur í ES og verjusamgonguni, Nato, hevur forsætisráðharri landsins, Viktor Orban, eftir øllum at døma eitt heitt hjarta fyri russiska forsetanum, Vladimir Putin

Uttanríkisráðharrin í Ungarn, Peter Szijjarto