Ungarar stjólu myndina

Nýggju ungararnir í B36, Tamás Nagy og Karoly Potemkin, stjólu myndina í Gundadali leygardagin, tá árstalsfelagið vann trivaligan sigur á uppflytarunum úr ÍF

B36 (tríggjar bóltar)

ÍF (ein bólt)



Tað kemst ikki uttan um, at tað nógvu seinastu árini ongantíð hevur valdað so stór óvissa um fyritreytirnar hjá B36, sum í ár. Lyklaleikararar Jákup Mikkelsen, Fróði Benjaminsen, Jóhan V. Gunnarsson, Mikkjal Thomassen og Amed Davy Sylla eru ikki at finna í felagnum longur, og nú hvílir ábyrgdin á yngru leikararum. Við úrslitinum leygardagin staðfesti árstalsfelagið í øllum førum sína styrki, tá hvítu havnarmenninir vunnu trivaligan sigur á uppflytarunum úr ÍF, sum vitjaðu í Gundadali. Sjálvsagt skal eisini verða sagt, at B36 hevði stóran fyrimun við, at Aleksander Jovevic miðskeiðis í fyrra umfarinum var útvístur.

Tað vóru serliga nýggju ungararnir í B36, Tamás Nagy og Karoly Potemkin, ið gjørdu vart við seg. Teir stóðu fyri trimum av teimum fýra málunum hjá árstalsfelagnum, og hava alt fyri eitt staðfest sítt navn millum fjeppararnar.

Jovevic útvístur

ÍF hevði veruliga ryggin móti múrurin, tá miðvallarkempan Aleksander Jovevic um miðjan fyrra hálvleik var útvístur. Hann steðgaði fyrst Róaldi Jacobsen, sum hevði kósina móti málinum, og tveir minuttir seinni var Hanus Thorleifsson harðliga sendur niður í grasið. Tvey gul kort geva reytt, og Jovevic noyddist longu undir brúsuna.

Fuglfirðingar vóru veruliga í mótbrekku hesa løtuna, og tað tóktist lítil ivi vera um, hvar sigurin skuldi. Løtu framman undan hevði Tamás Nagy, sum leikti sín fyrsta skrásetta dyst fyri B36, lagt heimaliðið á odda. Eftir hornaspark stýrdi Klæmint Matras bóltin fyri føturnar á ungaranum, sum fyrstu ferð sendi í netið. Tamás Nagy leikti allan dystin sum framrættaður miðvallari, og hann stóð seg væl.

Fuglfirðingar, við einum manni minni, fullu als ikki í fátt og stríddust væl. Tað sást eisini aftur á dómarabókini hjá Peturi Reinert, sum heili sjey ferðir sektaði gestirnar við gulum kortum. Størsta møguleikan áttu teir, tá Áki Petersen fekk væl av plássi í brotsteiginum, men hann skallaði beint á Meinhardt Joensen.

Í verjupartinum riggaði væl hjá ÌF, men eftir at Aleksander Jovevic var útvístur, var neyðugt við broytingum í uppstillingini. Hetta hevði við sær, at Sasa Jovanovic var sera einsamallur sum framherji. Hann fekk ikki víst tað stóra, og var loystur av Atla Petersen, tá ein tími var leiktur av dystinum.


Hol á málskjótingina

Tað skuldi ganga long tíð, áðrenn B36 økti og avgjørdi dystin. Ungu Róaldur Jacobsen og Odmar Færø leiktu seg væl ígjøgnum, áðrenn hesin seinni nevndi, staddur uttan fyri brotsteigarmarkið, við frálíkum skoti sendi niður í handara horn. Eitt frálíkt mál av Færø, sum somuleiðis var hansara fyrsta fyri árstalsfelagið. Hann leikti á nýggjum plássi – høgri bakkur – og hann slapp væl frá uppgávuni. Tá restaðu 20 minuttir.

Ungi Johan Ellingsgaard fekk, júst sum í steypadystinum móti Skála, aftur møguleikan sum einsamallur framherji í byrjunaruppstillingini hjá Heðini Askham. Við Bartali Eliasen og Jonn Thomsen í rygginum allatíð hevði hann tað trupult, og ein møguleiki er heldur at flyta unglingin á vongin – men har røkja landsliðsaktuellu Bergur Midjord og Hanus Thorleifsson longu plássini. Ikki tí, Ellingsgaard hevði tríggjar stórar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at senda í netið. Í fyrra umfarinum rakti hann á tvørtræið, og eftir hvíldina fann hann ikki vegin til málið, hóast hann í tveimum førum var einsamallur móti málverjanum. Hann var eisini útskiftur við Karoly Potemkin, sum fekk seinasta hálva tíma á vøllinum. Og tað skuldi vísa seg at vera ein góð loysn.

Seinastu tíggju minuttirnar tryggjaði ungarski framherjin við tveimum málum, at B36 vann stórsigur. Fyrst stýrdi hann bóltin við høvdinum fram við Andras Gango, áðrenn hann við frálíkum skoti, umvegis stólpan, staðfesti sigurin á 4-0.

Grundarlagið var sera gott fyri tryggum sigri hjá heimaliðnum, tá Aleksander Jovevic var útvístur. ÍF megnaði tó at spæla við í stórum løtum, men tá avtornaði var eingin ivi. Í løtum sást ikki, at gestirnir vóru undirmannaðir.

B36 stóð fyrstu royndina, meðan ÍF legði rygg til ein væntandi ósigur.