Danmark: - Hugsanin um Gud og meiningina við lívinum streingja meiri á, tá ein liggur í eini song á sjúkrahúsinum, skrivar danska blaðið Politiken.
Hetta er serliga galdandi fyri kvinnur og ungdóm, at Gud fær ein størri leiklut undir sjúkraleguni, vísir ein kanning sum er gjørd á Ríkishospitalinum í Keypmannahavn.
Sætti hvør sjúklingur í aldursbólkinum millum 18 og 35 verður meiri trúgvandi, tá tey gerast sjúk, meðan lutfallið einans er 1 av hvørjum 20 fyri tey, ið eru farin um tey 56.
Tað er hinvegin serliga kvinnurnar sum gerast meiri trúgvandi: 60 prosent av kvinnuligu sjúklingunum svara, at tær hugsa meiri um hvat er meiningin við lívinum, meðan talið fyri menn er 46 prosent.
480 sjúklingar tóku lut í kanningini, sum er almannakunngjørd í Ugeskrift for Læger hesa vikuna.
Tað sum serliga hevur vakt ans millum granskarar er, at tað er tann yngri bólkurin av sjúklingum sum gerst mest religiøs undir eini innlegging.
Religiónssosiologurin, Nadja Auske á Ríkishospitalinum heldur orsøkina vera, at hesin bólkurin er mest ávirkaður av sjúku undir innleggingini.
- Men orsøkin kann eisini vera, at religiøsitetur tey seinnu árini er farin at hava størri týdning fyri tey yngru, vísir Nadja Auske á, sambært norska blaðnum Aftenposten.
Hon hevur sjálv verið við til at gera kanningina, og heldur, at henda kann gera sítt til at innleggingar á sjúkrahúsum kunnu gerast enn betri í framtíðini.










