Ungar føroyskar mammur

Føroyskar kvinnur eru hálvt fjórða ár yngri, tá tær eiga sítt fyrsta barn, enn danskar kvinnur. Miðalaldurin fyri føroyskar kvinnur, sum eiga fyrstu ferð er 25,2 ár. Føroyskar kvinnur eru sostatt hálvt fjórða ár yngri, tá tær eiga sítt fyrsta barn, enn danskar kvinnur,

Miðalaldurin fyri allar føðandi kvinnur er í Føroyum 30 ár, meðan miðalaldurin í Danmark er 30,8 ár.

Landslæknin er nú eisini farin undir at føra hagtøl yvir aldurin á pápunum, tá børnini verða fødd.

Flestu páparnir, 193 í tali, vóru 30-34 ára gamlir, tá børnini vóru fødd. Næst størsti bólkurin vóru teir 25-29 ára gomlu, meðan teir 35-39 ára gomlu fingu triðflest børn í 2008. 2 pápar vóru yngri enn 17 ár, og 21 vóru eldri enn 45 ár.