Unga Tjóveldið er vónbrotið

Limirnir í Unga Tjóveldið harmast, um at flokkurin ikki kann semjast um at dagføra hjúnarbandslógina

Tjóðveldi hevur havt eykafloksting í Haraldssundi um vikuskiftið. Fyrr í ár var floksting í Fámjin, og tá stóð millum annað soleiðis í yvirlýsing fyri flokstingi:

 

"Tá ið stevnumið floksins skulu endurskoðast, skal greið støða takast til spurningin um dagføring av hjúnabandslógini".

 

Men eftir at eykafloksting hevur verið um vikuskiftið, er niðurstøðan framvegis, at tað skal standa hvørjum tinglimi frítt, hvussu hann atkvøður í slíkum málum.

 

Og tað heldur formaðurin í Unga Tjóveldið, Regin Winther Poulsen, er sera harmiligt. Unga Tjóveldið hevur annars strongt á, fyri at flokkurin skal hava eina felagsstøðu í spurninginum at dagføra hjúnarbandslógina.

 

- Vit í Unga Tjóveldið eru sjálvandi vónbrotin, men tað er soleiðis, at stevnumiðini eru ikki endaliga samtykt. Tað verða tey á næsta flokstingi, og vit fara sjálvandi at strongja á inn til ta tíð, sigur Regin Winther Poulsen.

 

Hann heldur, at tað er av stórum týdningi, at flokkurin hevur eina felagsstøðu.

 

- Vit meina at flokkurin skal taka felagsstøðu, soleiðis at veljarin veit, at velur hann Tjóveldi, velur hann ein flokk, sum ynskir, at allir borgarar í landinum hava somu rættindi. Eg skilji ikki, at tá limirnir í flokkinum eru samdir, hví teir so ikki taka felagsstøðu, sigur Regin Winther Poulsen.

 

Hoyr alla samrøðuna við formannin í Unga Tjóveldið við at trýsta á pílin undir myndini.