Pallborðsfundur um arbeiðsloysi millum ung verður í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 19.30
- Arbeiðsloysi í Føroyum er vaksandi, og ungdómurin er ein sera útsettur bólkur, serliga tey, sum júst hava lokið fólkaskúla, miðnámskúla ella annan lesnað. Hetta kemst av, at fleiri ikki hava royndir og tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og hava tí kanska verri við at fóta sær, siga Tjóðveldi og Unga Tjóðveldi í tíðíndaskrivi.
Tey halda tað tí vera umráðandi, at hesin bólkur verður umboðaður í samfelagskjakinum um trupulleikarnar kring arbeiðsloysi.
Við pallborðið sita:
Umboð fyri ALS
Esther Dahl, Vinnuhúsið
Gunnhild Dahl Niclasen, Unga Tjóðveldið
Bergtóra Høgnadóttir, tingkvinna Tjóðveldi
Fundurin byrjar við styttri framløgum frá pallborðsluttararunum, og síðani verður kjak.
Tað eru Tjóðveldi og Unga Tjóðveldi í felag, sum skipa fyri fundinum.