Unga Sjálvstýri: Raðfestið enskt heldur enn danskt!??

Tann 10. september í 2004 skrivaði Óli Samró, cand. oecon. eina kronikk við yvirskriftini “Býtið enskt og danskt um í skúlanum”, har hann hugleiddi um ringu ávirkanina, fólkaskúlaskipanin hevði havt á hansara yrkisleið.

Tá ið Óli hevði lokið sær eina útbúgving og skuldi fara undir at samskifta við enskttalandi starvsfelagar og áhoyrarar til ymiskar ráðstevnur, var tað oftani, at hann rendi seg fastan og var noyddur at spyrja út í fjøldina: “what is it called in English?” um eitthvørt orð, hann ikki dugdi. Ótespiliga kenslan av ikki at hava orðini í høvdinum fekk Óla at hugsa, um fólkaskúlin veruliga var tann rætti pakkin til framhaldandi menning av hvørjum einstøkum næmingi.? ?Danskt - nei, takk?Unga Sjálvstýri tekur undir við sjónarmiðinum, Óli ber fram. Vit vilja, at næmingar í føroysku fólka- og miðnámsskúlunum skulu hava fleiri og betri møguleikar fyri víðari lesnaði. Meira nágreiniliga meina vit, at tað er heilt burturvið, at lærugreinin danskt skal fylla ein so stóran part av útbúgvingarleiðini, eisini hjá teimum, sum onki hugsandi gagn hava av undirvísingini m.a. tí tey ætla sær at lesa uttan fyri Danmark. Tá er tað heilt einfalt orku- og tíðarspill. Unga Sjálvstýri heldur, at útbúgvingarnar kunnu gerast nógv meira viðkomandi fyri tann einstaka næmingin. Gevið næmingunum loyvi til at takka nei til undirvísing í donskum, og t.d. heldur nýta ta tíðina til at læra seg betur enskt. Hetta hevði latið ein heim av møguleikum upp fyri føroyska ungdóminum, tí hann fer ikki longur at vera avmarkaður til lærdu háskúlarnar í Danmark vegna vantandi førleika í enskum. Tað skuldi hóast alt ikki verið neyðugt at víst á, hvussu fá av teimum fremstu lærdu háskúlunum kring knøttin bjóða undirvísing á donskum, og hvussu nógv av teimum bjóða undirvísing á enskum.? ?Legacy?Væl vitandi um, at danskt er ein inngrógvin partur av føroyska samfelagnum, føroysku søguni og Føroyum sum heild, meta vit, at tíðin er búgvin til at partvíst sleppa hesum gamla arvinum. Tíðin, tá ið danskt var lykilin út í heim, er langt síðani farin frá okkum. Øll verðin snarar runt um altjóðagerð og enska málið, meðan føroyingar framvegis velja at hava danskt í miðdeplinum. Undirvísingin í donskum er tó ikki bert undirvísing í einum talumáli, men er samstundis við til at styrkja okkara kunnleika og samband við okkara grannalond. Danskt undirvísingin kundi tí verði broytt soleiðis, at undirvísingin eisini tók hini norðurlondini við, soleiðis at næmingarnir fingu eina betri fatan av teirra mentan og søgu.? ?TOEFL royndin?Vit síggja í dag, at størsti parturin av teimum, sum fara undir víðari lestur velja Danmark fram um onnur lond. Orsøkirnar kunnu vera mangar, men talumálið hevur uttan iva ein stóran leiklut í teirra avgerð. Unga Sjálvstýri hevur ta fatan, at tað eru nógv, sum ikki kenna seg nóg tryggan í enskum til at lesa á einum enskt-talandi fróðskaparsetri. Um fólk vilja søkja inn á fróðskaparsetur í enskt talandi londum, er tað sum oftast eitt krav, at tey fyrst hava staðið eina sokallaða TOEFL roynd. Royndin hevur til endamáls at kanna førleikan í enskum hjá fólki, sum eru úr einum ikki-enskt-talandi landi. Næmingurin fær síðani stig alt eftir, hvussu væl tað hevur gingist. Fróðskaparsetrini hava síðani eitt minstamark fyri, hvat næmingarnir skulu hava í TOEFL royndini fyri at sleppa inn. Við betri førleika í enskum, gerst munandi lættari hjá tí einstaka at fáa fleiri stig til hesa royndina.? ?Framtíðin?Høvdu Føroyar torað at lovað enskum fram um danskt, høvdu vit óivað sæð eina positiva broyting innan stutta tíð. Heimurin letur seg upp, og tann einstaki fær sostatt nógv fleiri møguleikar við enska málinum í skjáttuni. Við hesum broytingum fáa Føroyar sum heild ein nógv breiðari sjónarring, og vit høvdu staðið stinnari í ferða-, olju-, fiski-, og alivinnuni, sum í høvuðsheitum eru enskt-talandi vinnur.?Óli Samró heldur í kronnikkini uppá, at raðfylgjan á donskum og enskum skal býtast um í fólkaskúlanum, soleiðis at næmingar fáa undirvísing í enskum, áðrenn undirvísingin í donskum byrjar. Hesum tekur Unga Sjálvstýri sum sagt undir við. Vit meta tó, at fyrsta stigið eigur at verða tikið í miðnámsskúlunum. Gerið danskt á hástigi um til eina vallærugrein og møguliga átti enskt á hástigi verið ein kravd lærugrein.????