So hvassorðaður er formaðurin í ungmannafelagnum hjá Sambandsflokkinum sum heitir á løgmann um at taka ábyrgd. Skrivið frá formanninum í Unga Sambandi, Petur Frank Jákupsson Holm, er soljóðandi:
»Seinastu tíðina hava vit sæð ágangin á sosialu miðlunum mótvegis landsins leiðslu viðvíkjandi koronastøðuni í Føroyum. Tað er týðiligt, at borgarin í Føroyum ynskir greiða leiðslustýring. Eina leiðslu, ið torir at taka avgerðir og virka útfrá sakligum grundgevingum. Ikki eina leiðslu, ið virkar útfrá tí, ið hóvar einum minniluta best. Tíverri er tað júst tað, sum vit síggja í dag.
Tað er eingin ivi um, at tað er torført at taka avgerðir í málum, ið kloyva fólkið. Tó er tað í júst hesum málum, at tað er neyðugt, at standa við sítt. Ja, handfaringin av fyrstu bylgjunum av koronu vóru væleydnaðar, men nú er tað ein minniluti, ið oyðileggur tað fyri øll onnur, ið gjørdu eftir landsins tilmælum og koppsettu seg. Hendan bylgjan - um tað er tann fjórða ella fimta dugi eg ikki at siga - ger ikki bara um seg hjá okkum, men í fleiri pørtum av Evropa. Koronapass verða sett í verk, maskur verða kravdar og munur verður gjørdur á koppsettum og ikki koppsettum. Tí sum løgmaður sigur, mugu tey, ið ikki koppseta seg, taka ta ábyrgdina á seg og halda frástøðu frá øðrum, vera ansin og ikki fara í stórar mannamúgvur. Hendan ábyrgdin skal nevniliga ikki liggja á herunum hjá teimum koppsettu – men tað ger hon nú!
Tað hevur verið týðiligt í longri tíð, at ein minniluti í samgonguni ikki ynskir tað sama, sum løgmaður, tó má hetta ikki forða fyri einari greiðari leiðslustýring. Eina greiða leiðslustýring við løgmanni og fakliga myndugleikanum við róðrið, har kontantar avgerðir verða tiknar, grundað á sakligar grundgevingar.
##med2##
– Løgmaður, tak stýringina. Eg veit, at tú kennir loysnirnar og hvat er skilabest at gera. Tað hoyrir ongastaðni heima, at Miðflokkurin og konspiratiónsteoriir avgera, hvussu landið skal stýrast og síðani lata teg standa sum talsmann. Miðflokkurin og konspiratiónsteoretikarar hoyra ikki heima í landsins leiðslu.
– Tú hevur áhaldandi hildið fast við frælsi og ábyrgd á tað føroyska fólkið. Sum støðan er beint nú, verður ábyrgd ikki lagt á fólkið, tí ábyrgdin liggur bara á herunum hjá summum. Hon liggur á teimum, ið fara til arbeiðis, meðan tey ókoppsettu fara heim í sóttarhald við løn. Tað eru tey, ið tóku ábyrgd, ið nú standa við allari ábyrgdini. Sjálvandi skal tað vera upp til hvønn einstaka um man ynskir at koppsetast ella ikki, men tó skulu tey, ið lata seg koppseta og taka harvið ábyrgd, hava lættari atgongd til samfelagið. Tað er sjálvsagt, at tey, sum ikki taka ábyrgdina, mugu taka onnur fyrivarni, men tað skal ikki ganga útyvir meirilutan, ið valdu at gera eftir tykkara boðum. At seta koronapass í verk, er nevniliga at halda fast við ta strategi, sum tú sum løgmaður hevur valt at ganga eftir frá byrjanini av. Hetta er ikki at deila samfelagið upp í A og B borgarar, tí øll hava somu møguleikar.
– Tí komi eg við hesi áheitan: Set koronapass í verk og vís teimum samfelagsborgarum álit, sum hava tikið ábyrgd.«
Petur Frank Jákupsson Holm formaður í Unga Samband