Ung við epilepsi í Miðlahúsinum

Í annaðkvøld fara ung við eplilepsi at greiða frá sínum royndum við sjúkuni. Tiltakið verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni


Epileptikarafelag Føroya skipar í annaðkvøld fyri tiltaki í Miðlahúsinum, har kunna verður um, hvussu tað er at hava epilepsi sum ungur. 



At liva við epilepsi

Tað serliga við at hava epilepsi sum ungur er, at hetta er eitt tíðarskeið í lívinum, sum frammanundan er merkt av stórari óvissu. Støðuga hóttanin um enn eitt epileptiskt herðindi kann tí gera tann unga enn meir ótryggan. 


Soleiðis sigur Bjarki á Rógvi Hansen, neurologur, ið fer at greiða nærri frá ungum og epilepsi týskvøldið í Miðlahúsinum.

Úr Danmark kemur 27 ára gamli Mads Boe at greiða frá, hvussu tað var at fáa staðfest epilepsi sum 18 ára gamal, og hvussu hann í dag livir eitt virkið lív. 


Eisini fer 20 ára gamla Ása Súnadóttir av Skála at siga eitt sindur um, hvussu tað var at fáa staðfest epilepsi fyri trimum árum síðani.

À fundinum verður eisini høvi hjá áhoyrarnum at seta spurningar.

Tiltakið byrjað klokkan 19.30