Mong eru, sum í dag hava fingið svar um upptøu frá lærdum háskúlum í Danmark. Gott og væl 230.000 hava søgt inn á útbúgvingar, og tað er methøgt. 63.525 teirra eru sloppin inn.
Tað eru ikki allar lærugreinarnar, sum eru eins væl umtøktar. Nógv hevur verið gjørt seinasta árið, at gera handverkaralærugreinarnar eins væl umtøktar sum tær akademisku. Tosað hevur verið um, at um nøkur ár fer at mangla í, á danska arbeiðsmarknaðinum.
Men tað sær ikki út til, at átakið at fremja hugin at søkja annað enn akademiskt, hevur munað.
Í Aalborg eru til dømis bert 9, ið hava søkt inn á fiskiteknolog. 8 hava søkt at læra HVS, og 5 at lesa orkuteknologi.
Tá so fá søkja, fella fakini burtur, og staðfest er, at í øllum førum 7 fak eru dottin burtur skúlaárið 2013/-14, av somu orðsøk.
Tey eru:
Hálendskt, lærdi háskúlin í Keypmannahavn.
Bachelor of Engineering in Sustainable Energy Engineering, DTU í Lyngby
Diplomverkfrøðingur, evnisteknologi, Herning
Orkuteknolog, Frederikshavn
Bachelor in Jewellery, Technology and Business, Keypmannahavn Ø
AP Graduate in Service, Hospitality and Tourism Management, Vejle
AP Graduate in Multimedia Design and Communication, Sønderborg
Í Føroyum eru brøvini ikki komin fram enn Posta hevur havt tekniskar trupuleikar, og nýggja sorteringsmaskinan hevur við sær, at tað heldur ikki ber til sjálvur at avheinta brævið. Í kvøld og í morgin verða brøvini væntandi borðin út.