Herfyri skipaði Útoyggjafelagið fyri skeiðnum Ung og nýskapan á Gjáargarði við Gjógv. 20 ungfólk úr Hattarvík, Kirkju, Hesti, Trøllanesi, Mikladali, Húsum og Skúgvi tóku lut á skeiðnum. Og hugskotini til felags evnið: Hvussu menna vit okkara heimbygd trutu ikki.
Tiltakið kann kanska best lýsast sum eitt skeið í íverksetan. Dentur varð lagdur á at greiða teimum ungu frá, hvussu eitt virki verður sett á stovn, og hvørjir møguleikar liggja í at vera sjálvstøðugt vinnurekandi.
Steinar og festivalar
Umframt at veita kunning var endamálið við skeiðnum eisini at geva teimum ungu á útoyggj íblástur og mót uppá at seta nakað í verk í teirra heimbygd. Til at skunda undir kjakið og skapa íblástur høvdu stigtakararnir fingið ymisk fólk at greiða frá egnum royndum sum íverksetarar.
Fakligi parturin av skeiðnum byrjaði við, at Hansina Dahl frá virkinum sp/f Steinur, greiddi frá, hvussu hon fekk íblástur og hugskotið til at stovna sítt virki. Steinur inn- og útflytur steinar og flísar, og størsti parturin av arbeiðinum hjá Hansinu er at samskifta og skipa fyri umvegis internet og telefon. At tað liggja nógvir møguleikar í einum slíkum virki, var lítil ivi um. Ikki minst áhugavert var tað í hesum høpi, at Steinur er eitt virki, ið ikki er staðbundið, og tí eins væl kundi ligið á útoyggj.
Úr Gøtu var Jón Tyril komin at greiða frá felagnum Grót og G-festivalinum. Hann legði dent á at lýsa, hvussu hugskot kunnu gerast til verulig tiltøk. G-festivalurin er eitt mentanarligt tiltak, men er samstundis eitt slag av vinnuvirksemi. Jón vísti á, at mentan eins væl og handverk av ymsum slag, kann gerast eitt inntøkugevandi virksemi, men at tað krevur tol og hart arbeiði. Á útoyggj eru nógv mentanarlig virði, ið uttan iva kunnu gerast vinnuvegur hjá fleiri, men tað krevur at ein hevur hugflog og torir at seta síni hugskot í verk. Ikki minst krevur tað, at ein er sinnaður at taka fíggjarligar kjansir, tí fíggjarligt avkast kemur sjáldan alt fyri eitt, minti Jón á.
Aftaná hvørja framløgu vóru spurningar og kjak, og tey ungu hildu seg ikki aftur at spyrja. Tað var týðiligt, at framløgurnar høvdu sett ferð á ikki so fáar tankar um eitt nú, hvussu tilfeingið í nærumhvørvinum kann nýtast til vinnulig endamál, og hvussu ein sjálvur kann skapa sær eitt arbeiðspláss, sum er til gagn fyri ein sjálvan og heimbygdina.
Aftaná tann fakliga partin av degnum, var hugni og undirhald á skránni um kvøldið. Millum annað undirvístu genturnar av Húsum og Mikladali í Line-dansi, og dansað varð bæði væl og leingi.
Meginøki og útoyggj
Seinna dagin á skeiðnum vitjaðu luttakararnir virkið Glarlist á Eiði. Tað er Elisabeth Ellingsgaard, ið hevur stovnað virkið, har tey framleiða og selja lutir úr glasi. Elisabeth greiddi teimum ungu frá arbeiðinum við glasi, hvat tað krevur, og hvussu hon byrjaði sítt virksemi. Hetta var ein sera hugtakandi vitjan og serstakliga hetta, at tað ikki krevur stórar flottar bygningar at fáa eitt spennandi virki á føtur og at bera seg.
Seinnapartin var fyrilestur um Nýskapan, og hvørjar fyritreytir skulu vera til staðar, skal eitt øki mennast. Eisini hevði Rani Nolsø, menningarstjóri hjá Klaksvíkar kommunu, eina framløgu um íverksetan, og hvat skal til fyri at koma í gongd.
Sera eldhugaða framløgan hjá Rana fekk veruliga lív í kjakið um munin millum at virka á einum meginøki við øllum teimum hentleikum, ið har eru, og at skapa virksemi á útoyggj. Tey ungu vóru á einum máli um, at tað liggja nógvir ótroyttir møguleikar á smáplássunum. Samstundis mugu vit síggja veruleikan í eyguni og ásanna, at sum støðan er í løtuni, er tað truplari at fáa nakað á føtur á útoyggj, og tí krevur tað eisini størri vilja og dirvi av teimum, ið ætla sær undir vinnuligt virksemi á útoyggj.
Í bólkaarbeiðinum aftaná fyrilestrarnar fingu tey ungu til uppgávu at orða nøkur uppskot um tiltøk, ið kundu ment teirra heimbygd. Ikki óvæntað, snúðu fleiri av hugskotunum seg um bøttar umstøður fyri ferðafólka- og farmaflutningi til útoyggjarnar, men eisini um tiltøk innan ferðavinnuna, smáídnað av ymsum slag, skúlar og útbúgvingartiltøk, umframt annað, ið kann fáa fólk at leita sær til útoyggjanar.
Eitt ítøkiligt og sera áhugavert hugskot kom frá einum dreingi av Húsum, sum meinti, at ein Náttúruskúli skuldi verið settur á stovn á einari av útoyggjunum. Skúlin skuldi bjóða skeið til m.a. fólk innan ferðavinnuna og øll onnur, ið hava áhuga í kenna føroysku náttúruna betri og læra meir um alt frá plantu- og djóralívi til jarðfrøði, streym o.a. Ein slíkur skúli kundi skapað heilt fitt av arbeiði í eini lítlari bygd, við tað skulu vera fólk á staðnum, ið vísa skeiðsluttakararnum runt á oynni og greiða frá náttúruni har, umframt at tey hava ábyrgdina av mati, gisting, reingerð o.a
Nýggir íverksetarar?
Í samrøðu við luttakarar eftir skeiðið vístu fleiri á, at tiltakið hevði latið eyguni upp fyri eini heilt aðrari fatan av íverksetan, og at tað ikki var so trupult, sum tey høvdu hildið frammanundan.
Hóast fleiri av luttakarunum vóru í iva um, tey fóru at búseta seg í heimbygdini, so hevði tað stóran týdning fyri tey, at heimbygdin bleiv ment. Tosað varð um, at tað ikki var rætt, at ein skuldi kenna seg noyddan at búgva á útoyggj fyri at bjarga oynni, men at tað skuldi vera av áhuga, og tí ein veruliga ynskti at búgva har. Um tey sjálvi kundu hugsað sær at búð á útoyggj, var treytað av møguleikunum fyri inntøkugevandi arbeiði á staðnum. Og hjá fleiri var tankin byrjaður at spíra, at tað kanska fór at verða tey sjálvi, sum skuldu skapa hesar møguleikar.