Ung syngja jólini inn í Gøtu

Sunnudagin kl. 16 fer ungdómskór Gøtu kirkju at syngja jólini inn.

Kórið, sum varð stovnað í heyst, hevur vant regluliga og dúgliga, og hevur eisini verið at hoyrt til ymisk tiltøk í kirkjuni seinastu tíðina.

Til hesa jólakonsertina, har áhoyrararnir eisini koma at luttaka aktivt í sanginum, kemur kórið at framføra alt, sum kórið hevur vant gjøgnum heystið. Okkurt av hesum hevur heldur ikki verið framført áður.

Gøtu kirkja vónar at nógv velja at seta eina tíma hendan sunnudagin áðrenn jól. Hetta skuldi verið eitt gott høvið at komi í rættan jólahýr.

Kórið verður stjórnað av Símun Hammer, organisti í Gøtu kirkju, og Petur Martin Johannesen kemur at hava klaverfylgispæl. Aðrir tónleikarar luttaka eisini.