- Ung fólk hava ikki bert súmbolska ávirkan, sum valevni á listanum hjá móðirflokkinum. Vit hava ávirkan
Tað segði Tór Marni Weihe, sum er eitt av tveimum umboðum hjá Unga Tjóðveldinum, sum ætla sær at stilla upp til komandi val.
Fyrsti uppstillingarfundur hjá Unga Tjóðveldinum var í gjár, og tá gjørdist tað greitt, at tað vera tey bæði - Kristina Clementsen og Tór Marni Weihe, sum bjóða seg fram til løgtingsvalið komandi ár.
Til ber at hoyra samrøðu við Tór Marna, undan uppstillingarfundinum, við at trýsta á pílin undir myndini.










