?Ung og íløgur? í Eysturoy og Klaksvík

Eik fer nú at kunna eysturoyingar og norðoyingar um tiltakið ?Ung og íløgur?. Tær nýtist ikki at vera banka-freak fyri at koma til tiltakið í Eik í Saltangará og Klaksvík, sigur Eik í tíðindaskrivi og leggur afturat, at tiltakið er viðkomandi fyri øll og vísir eitt sindur um, hvussu tey ungu kunnu lata pengarnar arbeia.

Í farna mánaði varð tiltakið Ung og íløgur í Havn, og sambært Eik fekk tað góða undirtøku og eydnaðist væl. Nú fer Eik so í Eysturoynna og í Norðoyggjar við tiltakinum.

Nú mikukvøldið, 16. mai kl. 19.00, verður tiltakið í Hæddini í Saltangará, og í Klaksvík verður tað mikukvøldið 30. mai kl. 19.30. Tað ber til at tekna seg til tiltakið á www.18-25.fo.