Tey vaksnu súkklaðu undan og skúlabørnini eftir kappróðurin. Tey vaksnu súkklaðu ta sokallaðu Býarkoyring kappingina, og hon gongur fyri seg á tann hátt, at súkklað verður eitt ávíst tíðarskeið runt á einum ávísum øki. Á Skála var startur og mál við Sparikassan á Skála, og leiðin gekk fyrst niðan brekkuna, niðan á landsvegin, inn ímóti Skálabotni og út eftir niðara vegi. Hesin teinur bleiv koyrdur í 50 minuttir pluss eitt umfar.
Níggju mans luttóku, og vóru hesir rættiliga javnir tíðliga í kappingini, men bratta brekkan niðan av Skála var hørð, og soleiðis duttu ein fyri og annar eftir »av«. Tá súkklað var í góðar 40 minuttir, vóru bert tríggir mans eftir. Hesir vóru Sverri Mohr Edvinsson, Gunnar Dahl-Olsen og Jóhann Brend. Men á triðseinasta umfari mátti Jóhann eisini ásanna, at brekkan var í so strævin.
Sverri og Gunnar skuldu síðani dystast um gullið, og í seinasta umfari, umleið 500 metrar frá málinum, eydnaðist tað Gunnari at sleppa undan Sverra og síðani koyra sigurin heim.
Býarkoyring á OyL
Býarkoyring er ein av teimum trimum kappingunum, føroysku súkklararnir skulu dystast í yviri á Gothlandi í summar. Fyrsta kappingin er einkultstartur, næsta verdur 120 km landavegskoyring og seinasta kappingin býarkoyring, men tá verður koyrt í ein tíma pluss eitt umfar.
Úrslit (vaksin):
Gunnar Dahl-Olsen
Sverri Mohr Edvinsson
Jóhann Brend
Páll Didriksen
Eyðun Poulsen
Christian Guttesen
Esmar Joensen
Beinir Rasmussen
Evald Rasmussen
Børnini væl mannað
Ikki færri enn 21 børn í skúlaaldri dystaðust um heiðursmerkini. Hesi skuldu sjálvandi ikki súkkla eins nógv og tey vaksnu, og kappingin fór fram kring Turkihúsið á keiøkinum á Skála.
Børnini vórðu býtt sundur eftir aldri, og gentur og dreingir kappaðust hvør sær. Børnini vóru sera ágrýtin og børn vóru komin allan vegin úr Havnini at luttaka.
So ágrýtin vóru tey, at tey fyri ein hvønn prís vildu vera fyrst um svingini. Hetta hevði við sær, at onkur rendi saman, men uttan stórvegis hóvasták tóku tey dik á seg aftur og megnaðu at koma millum tey fremstu á mál. Ein av hesum var Heini Kristiansen av Skála. Tað sá út sum um hann ætlaði sær at gevast, men hann tók røttu avgerðina, og tad eydnaðist honum at vinna silvur.
Tey yngru børnini súkklaðu fimm umfør og 6. flokkur og eldri súkklaðu tíggju umfør kring Turkihúsið. Tað tykist kanska ikki nógv, men tá ferðin er nógv og kappingin hørð verður tað rættiliga hart at súkkla teir seinastu metrarnar á mál. Tað sást á flest øllum súkklarunum, at tey høvdu lagt alla orku í kappingina.
Aftaná kappingina vórðu heiðursmerkini til bæði børn og vaksin handað. Og tað var ikki ein hvør, ið handaði heiðursmerkini. Tað vóru vinnararnir hjá børnunum, ið handaðu heiðursmerkini til ávikavist Jóhann Brend, Sverra M. Edvinsson og Gunnar Dahl-Olsen.
Kappingin gekk væl og var spennandi bæði fyri súkklararnar og teir nógvu áskoðararnar, og Tórshavnar Súkklufelag og Skála Ítróttarfelag ætla tí, at hesar kappingar skulu verða eitt afturvendandi tiltak.
Úrslit (børn):
Yngri dreingir (1. til 2. fl.):
Steinar Prestá
Jóannis Prestá
Suni Poulsen
Marnar Kristiansen
Jónleif Andersen
John Johanesen
Gentur (2. til 5. fl.):
Malan Petersen
Sonja Joensen
Rebekka Justinusen
Ása Kristiansen
Lív Haraldsen
Erla av Vollanum
Miðlinga-dreingir (3. til 5. fl.):
Beinir Jacobsen
Hans Asbjørn Eysturdal
Rúni Andersen
Bogi Johannesen
Eldri dreingir (6. og eldri):
Jan Jacobsen
Heini Kristiansen
Helgi Poulsen
Petur Joensen