Ung og eldri fylla tangan í Vágs Kirkju

Í annaðkvøld verður pitstop kirkja í Vági har ung og eldri kunnu koma í kirkju at fylla sær tangan

Í annaðkvøld klokkan 22 verður eitt sermerkt kvøld í Vágs Kirkju, har ung sum eldri kunnu koma í kirkju til eina rættiliga øðrvísi gudstænatu, enn tey eru von við.

Hetta er eitt tiltak í tey nvna pitstop-kirkja.

Pitstop er eitt heiti, sum er kent úr kappkoyring, og tað er tá ið bilarnir fara úr kappingini at fylla á tangan, skifta dekk og annað.

Í hesum føri skal heitið sjálvandi takast í yvirførdum týdningi.

- Pitstop staðið við áfylling, dagføring og kunning og sum ger tann vitjandi skikkaðan til at halda leiðina fram, sigur Símun P. Jacobsen, prestur í Hvalba, ið stendur fyri tiltakinum í annaðkvøld, sum Finn Johannesen og onnur eisini hava verið við at taka stig til.

- Tað er akkurát hetta sum ætlanin er við pitstop kirkjuni fríggjakvøldið, at tey vitjandi fáa høvi til at stegða á, fáa fylt á tangan, verða kunnað og soleiðis fáa íblástur til at halda leiðina fram, sigur prestur.


Ekkó-bøn og pitstopp

Á skránni á pitstop kvøldinum er felagssangur, kvirra, ekkó-bøn og sangur, har Eyðbjørn Jacobsen úr Klaksvík fer at syngja og spæla.

Eitt serligur partur av kvøldinum verður, tá ið tvey kend fólk fara at greiða frá, hvat teirra pitstop er.

Hann vil ikki avdúka, hvørji tey eru, men tey eru bæði tvey almenn kend og sera áhugaverd fólk.

Annað fólki er ein ung kvinna og hitt fólki er ein tilkomin maður og Símun P. Jacobsenfer at tosa við tey um, hvussu tey gera fyri at fylla á tangan og, hvussu tey løða battaríið til næstu avbjóðingarnar.

- Tað kann verða so ymiskt, hvussu fólk fylla sær tangan, summi lurta eftir tónleiki, onnur fara í kirkju ímeðan uppaftur onnur finna frið við at brúka eina løtu úti hjá seyðinum.

Í hesum sambandi verður eisini komið inn á at halda hvíludagin heilagan í týdninginum av at fáa sálarliga og likamliga hvíld.

- Spurningurin er um hvørji pitstopp ymisk fólk hava. Men tað er sanniliga eisini ein spurningur um fólk hava nakað pitstopp yvirhøvur, ella um tey bara koyra á alla tíðina.

Men tað sosiala verður heldur ikki gloymt og eftir tiltakið verður ábit og hugni á skránni.


Ung og eldri

Símun P. Jacobsen sigur, at hetta er fyrstu ferð, at eitt slíkt tiltak verður roynt og tí er hann spentur upp á, hvussu tað fer at hilnast.

- Eg gleði meg til fríggjakvøldið har eg vóni at koma á tal við nógv menniskju og vísa at tað andaliga hevur alstóran týdning, og at boðskapurin, klæddur í nýggjan ham, kann avgjørt hava jaliga ávirkan, sigur prestur.

Hann sigur, at hóast tiltakið er eitt fríggjakvøld, er tað als ikki bara fyri ung, tí hann vónar eisini at síggja mong eldri í kirkjuni hetta kvøldið.

Men av tí, at hann ikki enn veit, hvussu aldurssamansetingin verður, hevur hann heldur ikki skrivað sær aina lidna talu, tað verður alt eftir, hvør kemur, sigur hann.

Men undir øllum umstøðum verður talan um eina stutta, óformliga andakt, har tað mest verða hini innsløgini, sum fylla karmarnar.