Uppvakstrarlíkindi eru á politisku dagsskránni, tá ið Norðurlandaráðið heldur altjóða ráðstevnu við heitinum BARNforum tann 8. desember í Stokkhólmi.
BARNforum er ein ráðstevna, har politikarar, vísindafólk, sjálvbodnir felagsskapir og ung frá Norðurlondum, Baltikum og Útnyrðingsrusslandi møtast at kjakast um ymsikar trupulleikar, ið møta dagsins uppvaksandi ættarliðið.
Ungdómsbrotsverk, rúsevnismentan, vaksandi glopp millum dreingja- og gentuheimin, umhvørvishóttan og harðskapur millum børn og ung eru nøkur av evnunum, ið verða viðgjørd.
Millum inngangsrøðararnar eru Sir Peter Ustinov, góðvildarsendiharri fyri UNICEF, Elisabeth Rehn, umboð fyri ST í Bosnia-Hercegovina, Anita Gradin, ES-kommiserur og Thomas Hammarberg, umboðsmaður.
7. desember, dagin áðrenn BARNforum verður hildið, er Ungdómsins dagur. Hendan dagin møtast uml. 50 ung frá Norðurlondum og grannalondunum at skifta orð saman og seta ráðharrum spurningar.