Ung í Miðflokkinum ímóti hassji

Tey ungu í Miðflokkinum gera nú greitt, at Ung fyri Miðflokkin ikki stuðla teimum einstaklingum, ið ynskja at gera hassj lógligt í Føroyum.

Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at eitt av valevnunum hjá Miðflokkinum til síðsta býráðsval í Havn, Arnfinn á Birtuni, skipar fyri eina tiltaki í Havn 20. apríl til frama at gera cannabis lógligt í Føroyum.

– Fólk her á landi, sum dáma at roykja hassj og marijuana, hava fingið nokk av at vera stigmatiserað, tí teimum dámar at roykja, segði Arnfinn á Birtuni við Kringvarpið herfyri. Umframt at vera valevni hjá Miðflokkinum, so er hann eisini formaður í áhugafelagnum »420 Hampafólk«, sum hevur tikið stig til sokallaða twenty-four-tiltakið.

Men tey ungu í Miðflokkinum boða nú alment frá, at tey taka frástøðu frá ætlanum um at gera hassj lógligt í Føroyum, sigur nevndin í Ungum fyri Miðflokkin í almennari fráboðan:

– Vit skilja væl tey, ið øtast yvir hetta, og hevur nevndin tí valt at koma við hesi fráboðan, ið staðfestir støðutakanina hjá UfM til málið.

Ein einmælt UfM nevnd vil hervið gera greitt, at ungmannafelagið upp á tað sterkasta tekur frástøðu frá ætlanum um at loyva hassji ella at dyrka hamp í Føroyum. Lat tað eisini vera greitt, at ongin, ið ber tílík sjónarmið fram, umboðar UfM á nakran sum helst hátt. Hetta eru sjónarmið, ið vit als ikki kenna okkum aftur í ella ynskja at vera sett í samband við. UfM ynskir ikki at gera eitt rúsevni lógligt, ið er høvuðsatvoldin til so nógvar vanlukkiligar mannalagnur. Tvørturímóti vóna vit, at løgtingið tekur høgu rúsevnis- og rúsdrekkamisnýstluna millum føroyskum ungdóm í álvara og tekur stig til at minka um hesa. Millum annað kundi verið byrjað við at bannað innflutningi av hampfræ og við at veitt hægri játtan til fyribyrging og ráðgeving, siga tey ungu í Miðflokkinum.

---

Keiputeknarin hjá Sosialinum, Óli P, fekk í dagsins blað stuttleika burturúr, at tað júst eru valevni hjá Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, sum mæla til frítt hassj í Føroyum.