Ungólk fingið virðislønir

Seks ungfólk fingu í seinastu viku heiðursløn í eini skrivikapping um ung og álvarsamar hendingar. Kappingin var býtt í tríggjar aldursbólkar, og innkomnu stílarnir snúðu seg um alt frá krabbameini í familjuni, incest til ferðsluvanlukkur

Miðlahúsið var í seinastu viku stúgvandi fult av fólki, tá vinnararnir av stóru skrivikappingini fingu heiðursløn handaða.

    Kappingin var býtt í tríggjar bólkar, tey 13-14 ára gomlu, tey 15-16 ára gomlu og tey 17-18 ára gomlu. Ì hvørjum bólki vóru fyrsta og onnur virðisløn latnar, áljóðandi ávikavist 5000 og 2000 krónur.     

    Í bólki eitt var tað Guðrun Horn Simonsen, ið vann aðru virðisløn fyri stílin ”Krabbi rakti mammu”. Laila í Dali vann fyrstu virðisløn fyri stílin ”Hví? Hvat? Hvussu?”

    Ì bólki tvey gjørdist Maibritt Hammer nummar tvey fyri stílin ”Fangi”, meðan Andrias Eriksen vann fyri sín stíl við heitinum ”Lagnuløtan”.

    Ì bólki trý fekk Jenny Svabo aðru virðisløn við stílinum ”Tóktiskt sum einasta loysnin”. Nummar eitt varð Helena Kannuberg við ”Tíðin lekir øll sár”.

    Sagt varð um innkomnu stílarnar, at teir vóru góðir, erligir og rámandi. 

    Tóra Petersen, stigtakari til kappingina og sálarfrøðingur, segði, at hon væl kundi hugsað sær at útgivið nakrar av innkomu tekstunum.    

- Støðið var sum heild ótrúliga høgt, og  eg haldi avgjørt, at hetta kundið verið útgivið. Hetta er jú sera viðkomandi, bæði fyri onnur ung, men sanniliga eisini fyri okkum vaksnu. Vit kunnu læra eina rúgvu um, hvussu tey ungu hugsa, tá tey koma út fyri álvarsomum hendingum, sigur Tóra.

Hon sigur eisini, at lærdir háskúlar niðri fegnir vilja hava hendur á tilfarinum, sum virðismikil gransking kann byggjast á.


Myndatekstur:

Tey, ið vunnu heiðurslønir í skrivikappingini: f.v. Helena Kannuberg, Jenny Svabo, Andrias Eriksen, Maibritt Hammer, Laila í Dali og Guðrun Horn Simonsen. Í dómsnevndini vóru Tóra Petersen, sálarfrøðingur og stigtakari, Jonna Fritsdóttir Mortensen og Martin Karl Olsen, lærarar.


Mynd Jens Kr. Vang