Mentanarvirðislønir Landsins verða í kvøld latnar á samkomu á Seglloftinum á Tvøroyri.
Virðislønina til ungt listafólk fekk 21 ára gamla Anna Malan Jógvansdóttir úr Nólsoy, sum er búsitandi í Danmark. Anna Malan er fjølbroytt listakvinna, sum hevur fingist við fleiri listagreinar – eitt nú málningalist, sang og skriving.
Anna Malan Jógvansdóttir var í fjør upptikin á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Bert tveir føroyingar eru upptikinir á skúlanum frammanundan. Vanliga søkja fleiri hundrað fólk inn á Rithøvundaskúlan í Keypmannahavn, men bert nøkur fá – eini seks til átta – fólk sleppa inn á skúlan á hvørjum ári.
Virðislønin til ungt listafólk varð fyrstu ferð varð latin í 2011. Virðislønin er áljóðandi 50.000 krónur og er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki.