Ung list í Leikalund

Komandi fríggjadag, 23. juli letur upp listaframsýning í Leikalund. Hesuferð er tað unga listakvinnan Jórun Høgnesen, av Norðoyri, sum fer at sýna fram.

Hóast Jórun bert er 21 ára gomul, hevur hon longu í nøkur ár fingist við bæði málningalist, glaslist og leirlist. Tað verða eisini hesi, sum fara at verða sýnd fram í Leikalund. Hon hevur fyrr verið við á framsýningum, eitt nú á Norðoyastevnuframsýning og eisini í vár, tá Norðoya Sparikassi hevði stóra tiltakið ?Fram í ljósið?.

Við á framsýningini í Leikalund eru umleið 15 nýggir akrylmálningar umframt glaslutir og leirlutir. Myndevnini eru mest persónslýsingar.

Myndirnar og hinir lutirnir eru til sølu og eru at síggja í vanligari upplatingartíð frá mánadag til hósdag frá 10 til 17:30, fríggjadag frá 10 til 19 og leygardag frá 10 til 13. Framsýningin verður hangandi fram til 5. august.

Framsýningin, íð tekur við aftaná framsýningina hjá Jóruni, verður listaframsýning hjá Olivuri við Neyst. Hendan framsýningin er í samband við Listastevnuna 2004.